HEIM
20.06.2014

Broytt reglugerð fyri bíðilistan til grundøki í Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna miðar eftir at hava ein so reallistiskan bíðilista til grundøkir sum gjørligt, og hevur tí samtykt at broyta reglugerðina fyri grundstykkjalistan hjá kommununi.

Broytingin ber í sær, at allir umsøkjarar, bæði tey, sum í dag standa á listanum eins væl og nýggir umsøkjarar, skulu gjalda kr. 3.000,- í depositum fyri at vera verandi á, ella koma uppá bíðilistan.

Upphæddin verður trekt frá prísinum við seinni útluting av kommunalum grundøki. Ynskir umsøkjari at strika seg av listanum aftur, verður upphæddin goldin umsøkjaranum aftur uttan rentur.

Umsøkjarar, sum standa bíðilistanum, fáa skriv um broyttu reglugerðina og hvussu teir skulu fyrihalda seg.

Sí meira um reglugerðina og umsóknarblað á heimasíðuni undir bygging.