HEIM
12.11.2015

Broytingar í Økistænastuni

Stýrið
fyri Skálafjararsamstarvið hevur á fundi 10. november 2015 tikið avgerð
um at fremja broytingar í virkseminum hjá Økistænastuni.

Talan er
um, at virksemið á Sambýlinum á Skála verður flutt til Sjóvarlon á
Strondum, og at virksemið á Heiminum á Mýrunum, Runavík verður flutt á
Eysturoyar Røktar-og ellisheim.

Hóast Sambýlið á Skála og Heimið á
Mýrunum hava tænt sínum endamáli, so ásannar stýrið, at talan er um
tveir gamlar og ótíðarhóskandi bygningar, meðan Eysturoyar Røktar-og
ellisheim og Sjóvarlon eru nýggjari og nútímans bygningar, og at
umstøðurnar bæði hjá búfólki og starvsfólki, sostatt koma at gerast
munandi betri at búleikast og virka undir.

Tá talan er um pláss
til borgarar, ið eru minnisveikir, ásannar stýrið týdningin av, at hesi
pláss verða varðveitt og verða tí 8 "vanlig” pláss á Eysturoyar
Røktar-og ellisheimi at nýta til endamálið.

Eftir, at nevnda
tillaging er framd, verður talan um 3 bygningar – ávikavíst á Toftum,
Runavík og Strondum, við tilsamans 96 búðplássum.
Við at fremja
nevndu broytingar, gerast fíggjarligu fortreytirnar hjá Økistænastuni
hjá Skálafjarðarsamstarvinum munandi betri til at bøta um tilboðini til
heimabúgvandi og seta inn við fleiri átøkum enn í dag.
Hetta er fult í
samljóði við Løgtingslógina um heimatænastu, eldrarøkt v.m. sum, m.a.
leggur dent á,at skapa møguleikar hjá okkara borgarum at kunna búgva í
egnum heimi sum longst.

Runavík, tann 11.11.2015

Skálafjarðarsamstarvið