HEIM
13.12.2018

Broyting: Jólaskipið kemur á Runavík mánadagin 17. des.

Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Vegna veður er jólaskipið seinkað, og leggja teir at í Heiðunum mánadagin 17. des. kl. 16.30.

Jólamenninir ætla at syngja nakrar jólasangir saman við børnum og helst hava teir okkurt gott við til børnini eisini.

Sí faldaran "Jól í Runavíkar kommunu" her: https://issuu.com/visitrunavik/docs/j_l___runav_kar_kommunu__1_

Í samband við tiltakið verður Gulasteinsvegur sperraður frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi, meðan tiltakið er.