HEIM
13.07.2017

Broyting í byggisamtyktini – at innrætta frítíðarbústað omaná neystum

Kunngerð
um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundinum 29.06-2017 hevur samtykt broytingar í Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.

Broytingin í byggisamtyktini umfatar:
• At býráðið kann geva loyvi til at innrætta frítíðarbústað omaná neystum við ávísum treytum.

Broytingin í Býarplaninum umfatar:
• At C8-økið við Grannatún og Líknargøtu verður broytt til B-øki

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni/Kunningarstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum
frá 17. juli 2017 til 7. august 2017.
og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 28. august 2017.

Runavíkar býráð

Broyttar ásetingar

Verandi ásetingar

Kunngerð