HEIM
05.06.2017

Broyting í byggisamtykt – 750 m2 av matr. nr. 190 í Rituvík, verður broytt frá E1-øki til B27-øki

Kunngerð
um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini
fyri Runavíkar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundum 23.02-2017, 30.03-2017, 27.4-2017 og 24.05-2017 hevur samtykt broytingar í Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.

Broytinginarnar í byggisamtyktini umfata:

• At mest loyvda hædd fyri havnarøkini D1, D2, D3 og D4 í Runavík, Saltangará og Glyvrum, verður broytt frá 8,5 m til 12 m.
• At mest loyvd hædd fyri havnarøki D10 við oljutangarnar í Søldarfirði, verður broytt frá 6,5 m til 20 m.
• Broyting í ásetingunum fyri nýtslu í A1, A2, A3 og A4 økjunum soleiðis, at “bústaðarendamál” verður lagt afturat og at “Veghædd skal nýtast til útvent virksemi”.
• Broyting í ásetingunum fyri nýtslu fyri B10-B39-økjunum soleiðis, at tað er møguligt at byggja tvíhús, raðhús og tøtt/lág bygging við serloyvi frá byggivaldinum og ásetingar um stødd av grundstykkjum skulu broytast til, at grundstykkini fyri tætta/lága bústaðarbygging, raðhús og tvíhús kunnu lækkast niður í 250 m2 og fyri sethús niður í 400 m2 , har kommunan metir tað ráðiligt.

Broytingar í Býarplaninum umfata:

• At matr. nr. 186 við Leitisveg 49 í Saltangará verður broytt frá E2 til B-øki.
At uml. 750 m2 av matr. nr. 190 í Rituvík, verður broytt frá E1-øki til B27-øki
• At markið millum E1 og E2, omanfyri bátahylin í Skálafirði, verður flutt uml. 200 m suðureftir

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni/Kunningarstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum

frá 6. juni 2017 til 27. juni 2017.

og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 18. juli 2017.

Runavíkar býráð

Broyting av býarplani fyri matr. 190, Rituvík