HEIM
07.01.2008

Broyting av byggisamtyktum

Kunngerð
Um broyting av Almennu Byggisamtyktini
fyri Runavíkar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at Býráðið á fundi 29/11-2007 hevur samtykt at gera broytingar í býarplanunum fyri Glyvrar, Saltangará, Søldarfjørð, Skála , Oyndarfjørð og Elduvík.

Glyvrar og Saltangará.
Broytingarnar umfata matriklarnar 125, 126a, 150a og 276a frá G1-øki , Veg-øki og G2-øki
til B-øki

Søldarfjørð.
Broytingarnar umfata matrikulin 58a frá G1-øki til B-øki

Skála
Broytingarnar umfata matriklarnar 320a, 352a, 353, 354 frá C2-øki til B-øki og 355 frá C2-øki til Veg-øki .
Broytingarnar umfata eisini matriklarnar 34a 122, 123a, 126a, 342, 393 og 394 frá D1-øki til B-øki og 34a, 393, og 407 frá D1-øki til Veg-øki .

Oyndarfjørð
Broytingarnar umfata matriklarnar 8g, 8h, 8i, 8c, 25, 67a, 148, 149, 150 og 151 frá G1-øki til B-øki.

Elduvík
Broytingarnar umfata matriklarnar 56, 57a, 71a, 95, 101, 102, 107, 111, 114, 117, 120, 129, 183, 185, 204, 241 og 253, frá D1-øki til F1-øki.
Eisini umfata broytingarnar matriklarnar 2a, 4a, 198 og part av litra "a" til nýtt D1-øki.

Broytingarnar er til skjals á kommunuskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum 9. januar til 30. januar 2008.

Harumframt eru:
broytingarnar á Skála eisini til skjals í svørtutalvunum á Skála og í Skálafirði, broytingarnar í Oyndarfirði í svørtutalvu í Oyndarfirði og broytingarnar í Elduvík í svørtutalvunum í Elduvík og Funningsfirði.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 9. apríl 2008.

Saltangará, tann 4/1-2008
Runavíkar býráð