HEIM
04.12.2017

Broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini

Kunngerð

um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini

fyri Runavíkar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 31.10-2017 samtykti broytingar í Almennu byggisamtyktini og býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.

Broyting av ásetingum í byggisamtyktini fyri B1 til B9 økir til tætta/lága bústaðarbygging, raðhús og tvíhús kunnu lækkast niður í 250 m2 og fyri sethús niður í 400 m2 har kommunan metir tað ráðiligt.

Broyting í ásetingum í byggisamtyktini fyri mest loyvdu bygging í E2-økjum.

Broyting av býarplaninum soleiðis at litra i, millum Børkuveg og Lyngveg í Runavík, verður broytt frá C3-øki til B1-øki.

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni/Kunningarstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum

frá 4. desember 2017 til 22. januar 2018.

og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 22. januar 2018.

Runavíkar kommuna

 

Broyting - B1-B9

Broyting - Uttangarðs E2

Broyting - C3 øki til B1 økið við Eysturoyar Røktar- og Ellisheim

Kunngerð