HEIM
22.10.2012

BROTAMYNDIR OG ÆVINTÝRMYNDIR

Bókasavnið við Løkin sýnir tvær framsýningar í sambandi við mentanarvikuna í Runavík. Hesar lata upp seinni í dag, mánadag 22. oktober, klokkan 16. Tá fara Barbara Gaardbo og Oddmar Nielsen eisini at framføra nøkur løg, og bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við.

BROTAMYND
Brotamynd er føroyska orðið fyri mosaikk. Eli Smith hevur í seinastuni arbeitt við at gera myndir úr fleiri ymiskum grótsløgum. Hann hevur m.a. gjørt eina mynd av Jesusi hangandi á krossinum (Altartalvu), har tilfarið til kropp Jesusar (kálksteinur) er heintaður á 2300 metra dýpi, tætt við Norðpólin. Eina sól hevur hann eisini gjørt av tigulsteini frá tí niðurtikna Betesda skorsteininum. Bókasavnið sýnir nakrar av hesum spennandi brotamyndum fram. Nakrar av hesum myndum hava ikki verið sýndar fram áður.

ÆVINTÝRMYNDIR
Virðislønta tjekkiska Renáta Fucíková hevur myndprýtt nógvar barnabøkur – bæði ævintýr, bíbliur og bøkur um tjekkiska søgu. Bókasavnið sýnir eitt úrval av hennara myndum fram, umframt eitt úrval av bókum við og um ævintýr. Verkini á framsýningini eru frá eini útgávu av ævintýrum H. C. Andersens, sum kom í 1999 og eini útgávu av kinesiskum fólkaævintýrum, sum kom í 2007.

Meir kann lesast um framsýningina og skránna hjá bókasavninum annars á www.runavik.fo ella á facebooksíðuni Bókasavnið við Løkin. Bókasavnið er opið gerðandisdagar frá kl 13.00 til 18.00 og tiltøk á bókasavninum eru ókeypis og øll eru vælkomin.