HEIM
14.05.2009

Brandskeið í Funningsfirði og Elduvík 23 mai. 2009

Sum ein liður í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, har meginreglan er egin tilbúgving, verður skipað fyri brandskeiðið fyri allari bygdini.
Hesi skeið eru ætlaði bygdum, sum liggja longst frá eini brandstøð við brandbili. Sama skeið hevur verið hildið i Funningi, Selatrað, Kolbanargjógv & Morskranes, og er nú túrurin komin til bygdirnar Funningsfjørð og Elduvík, og verða tey 23 mei. Kl. 10.00 í Funningsfirði og kl.14.00 í Elduvík. Alt bygdarfólki er vælkomið, ung sum eldri.

Skriv verður sent til øll húski í Funningsfirði og Elduvík.

Sí innbjóðin niðanfyri.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/1DD7AD5F-48F9-4DEF-8697-F0C9507453C0.doc