HEIM
24.10.2016

Brævatkvøður og valkort

LÝSING til kommunuvalið 8. november 2016

BRÆVATKVØÐUR

Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 7. november 2016.

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 7. november 2016 kl. 12.00.

 

VALKORT

Við hesum verður gjørt kunnugt, at til kommunuvalið verða valkort send øllum veljarum í kommununi.

Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 7. november 2016 á tlf. 417000

Saltangará, 24. oktober 2016

Runavíkar býráð.