HEIM
24.08.2015

Brævatkvøður og valkort

KUNNGERÐ til løgtingsveljarar í Runavíkar kommunu til løgtingsvalið 1. September 2015

BRÆVATKVØÐUR
Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 31. august 2015.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 31. august 2015 kl. 12.00.

VALKORT
Valkort eru send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 31. august 2015 á tlf. 417000.

Runavíkar kommuna