HEIM
03.03.2015

Braemar, Boudicca og Black Watch á Runavík

Í samband við nógv umrøddu sólarmyrkingina hin 20. mars vitja trý ferðamannaskip á Runavík. Ætlanin er, at ferðafólkini skulu uppliva sólarmyrkingina, meðan skipini liggja frá landi við oyggjarnar. 

Skipini hava kortini valt at leggja til bryggju í Runavík fyri og eftir hesa sjaldsomu hending. Hósdagin 19. mars kemur "Black Watch” til bryggju, og hesin fer útaftur sama kvøldið. Leygardagin hin 21. mars koma"Braemar” og "Boudicca” á Runavík, og leggja til havs aftur sama kvøldið.

Fred. Olsen Cruise Lines eigur og rekur øll trý skipini, og Tor-Shipping í Tórshavn er umboð teirra í Føroyum.

Frá kunningarstovuni í Runavík fæst at vita nærri um tær fyrireikingar, ið gjørdar eru í sambandi við sólarmyrkingina og vitjanina hjá teimum trimum ferðamannaskipunum.