HEIM
18.07.2008

Boys in a Band á Laksa- og Sølutorgið í Runavík

Sum flest kunnugt, fer tónleikabólkurin Boys in a Band á eina 24 tímar konsertferð kring Føroyar. Í hesum sambandi koma boysarnir eisini ein túr inn á Torgið í Runavík at spæla nøkur góð løg. Á Torginum verður nógvur aktivitetur allan leygardagin av tí at Laksa- og Sølutorgið er á skránni. Fyrireikarnir eru sera spentir uppá at fáa Boys in a Band á vitjan í nakrar minuttir, har teir vantandi fáa alt torgið upp at dansa til teirra festliga tónleik.

Her sæst nær og hvar Boys in a Band spæla á teimum ymisku støðunum.
Gevið gætur, at tíðirnar bert eru vegleiðandi.

1. Tórshavn kl. 19.00
2. Argir kl. 20.00
3. Hoyvík kl. 20.30
4. Vágur kl. 22.00
5. Tvøroyri kl. 23.00
6. Hvalba kl. 24.00
7. Sandur kl. 02.00
8. Skopun kl. 02.30
9. Sørvágur kl. 04.30
10. Miðvágur kl. 5.00
11. Sandavágur kl. 05.30
12. Vestmanna kl. 7.00
13. Kollafjørður kl. 8.30
14. Eiði kl. 9.30
15. Skála kl. 10.00
16. Strendur kl. 11.00
17. Glyvrar kl. 11.30
18. Saltangará, á Laksa- og Sølutorginum kl. 12.00
19. Runavík kl. 12.30
20. Toftir kl. 14.00
21. Fuglafjørður kl. 15.00
22. Klaksvík kl. 17.00
23. Leirvík kl. 18.00
24. Gøta kl. 18.45