HEIM
10.09.2014

Børn og ung forrita á Bókasavninum við Løkin

Nú verður møguleiki hjá børnum og ungum at luttaka í einum skeiði, har tey læra seg at forrita, – ella at programmera, sum vit ofta siga. Luttakararnir kunnu m.a. læra um, hvussu man byggir eitt spæl, eina heimasíðu, eina app ella annað.
Skeiðið er skipað sum ein KT-verkstova fyri børn og ung, har tey kunnu læra grundleggjandi um forritan á ein stuttligan og kveikjandi hátt. Børn og ung úr 6. til 10. flokki kunnu tilmelda seg verkstovuna, sum verður hildin á Bókasavninum við Løkin. Luttakararnir møtast einaferð um vikuna, 2-3 tímar hvørja ferð, og samanlagt uml. 30 tímar fram til desembur. Næmingar á skúlum í Eysturoynni hava fingið innbjóðing, men onnur aðrastaðni frá eru eisini vælkomin. Tað kostar 200 krónur at luttaka. Pláss er fyri 20 luttakarum. Tilmeldingarfreistin er 15. septembur. Og byrjað verður hósdagin 25. septembur. Tilmelding er umvegis teldupost á: svend@runavik.fo

Skeiðsleiðarar eru útbúgvin KT-fólk, sum halda hetta vera áhugavert og nýskapandi. Andreas Klein Arnbjerg, sum er útbúgvin Master of IT and communication hevur saman við Svend Højgaard, leiðara á bókasavninum við Løkin, tikið stig til verkstovuna. Undirvísarar verða Jógvan Andersen, leiðari á Faroe Media, Oddfríður Petersen, sum arbeiðir sum forritari hjá Nema og Hansmar Poulsen, sum hevur lisið Multimedie design og er bachelor í Medialogy. Onnur hjálparfólk vera eisini.

Hetta er ein royndarverkætlan, stuðlað av Mentamálaráðnum úr grunninum, sum stuðlar barna- og ungdómsarbeiði.

Meira kann lesast um verkstovuna á www.lokin.fo

-------------------------------------------------------------------------------------------------
Nýhugsan á bókasavninum
Fyri børn og ung sum luttaka, er endamálið at geva teimum innlit í og førleikar at forrita, og serliga at kveikja ein áhuga fyri forritan. Tað verður eingin próvtøka ella krav uppá eitt endaligt úrslit. Hinvegin skulu børnini eggjast til at gera okkurt konstruktivt við teir førleikar, ið tey fáa í verkstovuni. Hetta kundi til dømis verið, at tey fara í holt við eitt lítið forrit, eina heimasíðu, eina app ella eitt spæl, sum tey kunnu vísa foreldrum og vinum, og arbeiða víðari við í frítíðini.

Fyri bókasavnið og fyriskipararnar er endamálið meira yvirskipað. Bókasavnið er ein vitanar- og mentanarstovnur, sum arbeiðir við meiri sjálbodnari læring enn útbúgvingarstovnar vanliga gera. Henda verkætlanin er í tráð við tann hugburðin, har tey luttakandi fáa so nógv burturúr, sum tey sjálvi megna í samstarvi við undirvísarar og hjálparfólk. Bókasavnið ynskir eisini at vera karmur um nýskapan, og at vera ein vitanarverkstaður har nýggj hugskot og nýggj rák fáa innivist og kunnu roynast. Henda verkstova er eitt gott dømi um, at bókasavnið nýhugsar, á hvønn hátt stovnurin kann átaka sær ein viðkomandi samfelagsleiklut.

Eitt hugskot til fólkaskúlan
Enn er forritan ikki ein sjálvstøðug lærugrein í føroyska fólkaskúlanum. Eitt altjóða rák er í løtuni, har tað gerst sjónligari og sjónligari, at børn eiga at læra at forrita í ungum aldri, ella í øllum førum kenna eitt sindur til forritan. Sagt verður, at forritan og forstáilsi fyri forritan er ein grundleggjandi førleiki eins og at skriva, lesa og rokna. Samanberast kann við støddfrøði, har ikki øll eru líka stinn, men tey flestu duga at leggja saman, trekkja frá, falda og deila.

Røddir eru frammi um, at tørvur er á at geva KT og forritan betri sømdir í skúlaskipanini. Í Føroyum síggja vit t.d. at í teimum íverksetarauppgávum, sum børn og ung luttaka í, ynskja tey ofta at menna eina app ella gera heimasíður. Men samstundis nevna tey, at øll forritan skal gerast uttanlands. Hetta vísir m.a. at ein tørvur er á betri kunnleika millum børn og ung í Føroyum, um tað at forrita.

Á verkstovuni verður roynt at kveikja og menna børn og ung til eina nútíð og framtíð, har internetið og talgildir miðlar eru ein náttúrligur partur av gerandisdegnum. KT verður uttan iva ein alsamt stórri partur av gerandisdegnum í framtíðini, umframt at tað eisini beinleiðis kann gerast ein vinnuvegur hjá fleiri og fleiri. Góðar royndir er av líknandi verkætlanum úr øðrum londum. Men hetta er nýtt í Føroyum.

Við hesum átaki á Bókasavninum við Løkin hevur føroyska skúlaskipanin eitt høvi at gera nakrar eygleiðingar, um áhugi er fyri tí.

Meira kann lesast um verkstovuna á www.lokin.fo

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo