HEIM
05.03.2010

Borgarstjórin roynt rav-farið hjá SEV

Nú møguleiki hevur verið at roynt nýggju El-bilarnar/rav-førini hjá SEV í Runavík, hevur Magnus Rasmussen, borgarstjóri verið ein royndartúr.

Magnus var hugtikin av bilinum og metir, at um eini 5 ár, tá menningin av el-bilum er komin longur, koma vit at síggja fleiri av teimum.

Sølvi Reinert Hansen, stjóri á Ferðslutrygd hevur eisini verið ein royndartúr og metti hann at hetta kann betra um ferðslutrygdina, tí ferðin m.a. ikki er so stór. Hann dámdi eisini væl sjálvan bilin.

Rættuliga nógv fólk hava roynt bilarnar og sigast má, at tey eru væl nøgd.