HEIM
24.09.2014

Borgarstjórin á vitjan umborð á West Hercules

"Hetta hevur verið ein sera góð tíð fyri Skálafjørðin og mangar av íbúgvunum her, og hetta er vissuliga nakað, sum kann vera við til at rudda slóð fyri eini góðari vinnumenning her í framtíðini."

So avgjørdur er borgarstórin í Runavík, Magnus Rasmussen, tá oljan.fo hittir hann umborð á boripallinum West Hercules. Hann er ikki sørt errin av at standa á odda fyri einum øki av Føroyum, sum tað fyrsta nakrantíð hevur megnað at fáa eitt so stórt umvælingararbeiði.

Magnus Rasmussen er saman við fleiri av teimum, sum hava havt eitthvørt tilknýti til stóra umvælingararbeiðið, sum hevur verið umborð og í landi nú í góðan mánað, umframt umboð fyri eigararnar og Løgtinsins Vinnunevnd.

Teirra millum eru stjórin í oljuútgerðarhavnini, Eli Lassen og stjórin í PAM Offshore, Mouritz Mohr og formaður í Løgtingsins vinnunevnd, Alfred Olsen og síðani teir tríggir brøðurnir, Eiler, Petur og Sámal Jacobsen, sum herfyri keyptu MEST fyritøkuna, ið eisini fevnir um PAM Offshore, ið stendur fyri stórum parti av uppgávunum.

Magnus Rasmussen dylur ikki fyri, at júst henda hendingin, har ein av heimsins størstu boripallum er komin inn á Skálafjørðin at fáa umvælingar gjørdar, hevur nógv at siga fyri seg sum bæði politikara og borgara í Skálafjarðarumhvørvinum.

"Tað hevur altíð verið ein dreymur at fáa ein slíkan pall inn á fjørðin. Eg má siga, at eg gjørdist ikki sørt bilsin, tá eg fataði, at hesin dreymur gjørdist til veruleika í summar, eftir boringarnar á landgrunninum. At Runavíkin nú í skjótt 15 ár hevur luttikið í oljuleitingini og hevur roynt at menna eitt oljuumhvørvi við fjørðin hevur alla tíðina verið okkara miðvísa ætlan, sum skuldi enda við at fáa ein pall inn á fjørðin.

Eg fari at takka øllum teimum, sum hava verið við til at gera hetta møguligt, og her ikki minst leiðsluna í Statoil og teimum ídnu PAM fólkunum. Oljuhavnin og Runavíkar havn við ídnum og dugnaligum fólkum hava so sanniliga eisini verið við til at gera hetta møguligt."

Magnus Rasmussen vísir á, at umvælingararbeiðini hava veruliga skapt virksemi og lív í á Runavíkarleiðini. Her hava verið arbeiðsuppgávur til fólk og arbeiðspláss av øllum handaslag, frá hýruvognum til gistingarhús og verkstøð. Tað er ikki tann arbeiðsuppgávan í økinum, sum onkursvegna hevur verið tengd at pallinum.

Borgarstjórin vónar, at hetta bert kann vera byrjanin til nakað størri og sær fyri sær, at oljuvirksemið í okkara grannalag eisini kann hava við sær, at oljuvinnan fer at senda aðrar pallar henda vegin.

"Vit seta okkara álit á, at oljufeløgini ikki rýma úr Føroyum, men arbeiða víðari við at fyrireika seg til kanningar og boringar, tí sjálvandi finst olja og gass her, tá tað er í so ríkiligt mát allan vegin framvið okkara marki. Vit fara skjótt at eftirmeta alt tað stóra arbeiði, sum er gjørt her og fara vit so út frá tí at seta út í kortið tað, sum kann vera neyðugt at gera fyri at skapa tær røttu umstøðurnar her við Skálafjørðin at taka ímóti framtíðar oljuvinnuni."

Kelda: oljan.fo