HEIM
12.01.2009

Borgarstjóraheilsan

So er árið 2009 byrjað.

Tað fall í mun lut at gerast borgarstjóri komandi 4 árini, og ta avbjóðingina, saman við stóru ábyrgdini, eri eg til reiðar at taka.

Tað er nú einaferð soleiðis, at eitt nývalt býráð byggir á tað, sum undanfarin býráð hava lagt lunnar undir. Fíggjarætlanin fyri 2009 er løgd og samtykt av býráðnum, so har eru líkasum fíggjarkarmarnir lagdir fyri komandi ár.

Júst í hesum døgum eru dimm skýggj á luftini. Tað er bara ein veruleiki, at fíggjarkreppa er í londunum uttan um okkum og her heima hjá okkum er farið at sansa nakað at fíggjarliga. Vit, sum hava nøkur ár á baki vita, at skiftandi tíðir hava altíð verið í Føroyum, og at um ikki sær so ljóst út beint nú, so vita vit, at tað fer at lýsna aftur.

Neyðugt er altíð at vísa varsemi og ábyrgd, men í nærmastu framtíð eiga vit á ein serligan hátt at vísa varsemi og ábyrgd. Vit eru sett at stýra kommununi, og tað er okkara ábyrgd at stýra so væl og skynsamt sum tilber, og tað ætla vit eisini at gera.

Okkara kommuna er ein stór og spennandi kommuna. Her býr eitt virkið fólk og í kommununi eru nógv arbeiðspláss – bæði stór og smá. Eisini má sigast at nógv teirra
hava havt støðugt arbeiði. Alneyðugt er, at kommunan ger sítt besta fyri, at karmarnir hjá vinnuni eru so góðir sum tilber, soleiðis, at vinnan kann hava tað gott. Vit eiga at fáa eitt gott samskifti við vinnuna, soleiðis, at vit vita, hvat rørist og hvørjir tørvirnir eru. Nývalda býráðið fer at leggja dent á at styrkja sambandið við vinnuna í kommununi.

Kommunan er rímuliga væl útbygd. Seinnu árini eru stórar íløgur gjørdar og í hesum døgum eru tríggjar stórar verkætlanir í gongd og ymiskar, bæði størri og smærri avbjóðingar, liggja fyri framman. Vit vita øll, at ikki verður rúm fyri teimum stóru íløgunum beint nú, men fyri tað, so verður nóg mikið at tríva í.

Av teimum stóru avbjóðingunum kunnu nevnast Skálafjarðatunnilin og so kommunusamanleggingar, sum Føroya Landsstýri hevur boðað frá. Hetta eru stórmál, sum koma at fáa rættiliga stóra ávirkan á alt økið her á leið, ja alt samfelagið.
Her ætla vit at fylgja sera væl við og gera okkara ítasta til, at vit fáa góðar og gagnligar loysnir.

Trivnaðurin hjá borgarunum eigur altíð at verða settur høgt. Vit eiga at fylgja sera væl við á trivnaðarøkinum, tí okkara kommuna skal verða ein kommuna, har fólk eru glað fyri at búgva og har fólk hava hug at flyta til. Á hesum økinum eru tað heldur ikki altíð teir nógvu pengarnir, sum skulu til fyri at gera góðan mun.

Eg síggi fram til eitt avbjóðandi og spennandi 4 ára skeið, har vit øll í býráðnum gera okkara allar besta - fólkinum, kommununi og landinum at gagni.

Til seinast vil eg ynskja øllum eitt gott nýggjár.

Bestu heilsanir
Magnus Rasmussen, borgarstjóri