HEIM
21.11.2016

Borgarafundur um Gulu Smiðju

Hvat ynskja vit, skal henda við Gulu Smiðju?
Og hussu kunnu hesi ynski førast út í lívið?

Kom og hoyr úrslitið av einari kanning, um hesar spurningar, sum er gjørd ímillum vaksin yvir 18 ár, børn í 6.-10. flokki og ímillum útlendskar tilflytarar.
Umframt at greitt verður frá úrslitinum av kanningini, sum Erla Weihe Johannesen hevur gjørt í sambandi við starvslæru hjá Runavíkar kommunu, so verður eisini høvi til at koma við tíni hugsan um, hvat skal henda við smiðjuni.

Borgarafundurin verður á Bókasavninum við Løkin, týskvøldið 22. november kl. 19.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin!