HEIM
06.04.2011

Borgarafundur um ferðslutrygdarætlan.

Í kvøld, 5. apríl var kunnandi borgarafundur um ferðslutrygdarætlan (Skipanes-Mýrarnar), sum ein arbeiðsbólkur, mannaður av Landsverk, Runavíkar kommunu og politinum, hava gjørt.
Eini 50 fólk vóru møtt í Løkshøll og øll vóru sera ja-lig um ætlanina og høvdu so eisini onnur góð hugskot um, hvussu trygdin kann betrast. Øll góð hugskot blivu skrivað niður, fyri at verða viðgjørd og møguliga tikin við í endaligu verkætlanina.
Fundurin byrjaði tó við, at Magnus Rasmussen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og kunnaði um hvussu øll verkætlanin var komin í lag.
Runavíkar kommuna hevði sent eina umsøkn suður til Landsverk um at sleppa at gera nakrar gonguteigar.
Hetta loftaði Landsverk og spurdi, um áhugi ikki eisini var fyri eini samlaðari ferðslutrygdarætlan fyri økið, og tað er hendan ætlan, ið nú verður løgd fram.

Í bólkinum, sum hevur gjørt ferðslutrygdarætlanina, hava verið:
Eliesar Kastalag, Runavíkar kommuna
Dia Lamhauge, Landsverk
Kristian Martin Joensen, Politiið

Tað var Dia Lamhauge, sum legði ætlanina fram. Við nógvum góðum myndum, har linjur og broytingar vóru settar í, vísti hann á, hvat arbeiðsbólkurin mælti til bleiv gjørt.
Tað er einki at taka seg aftur í, at uppskotið er væl og virðiliga gjøgnumhugsað, tí hvør autoverja og hvør kantsteinur, ið ikki stendur rætt, eru noterað í ætlanina fyri at verða rættað.
Eisini vóru onnur størri projektir á skránni. Millum annað var ein linjuføring teknað á kortið, sum vísti ein møguligan veg omanfyri Runavík, Saltangará og Glyvrar og sum skal verða íbundin verandi veg inni á Lambareiði. Hetta er sjálvandi ein verkætlan, sum er nær knýtt at møguligum Skálafjarðartunnli.
Eisini vegurin gjøgnum Skipanes bleiv nógv umrøddur, tí borgarar í Skipanesi vóru alt annað enn tryggir við verandi støðu, og mæltu til sum skjótast at finna eina loysn. Um ikki eina varandi, so eina fyribils loysn.
Eisini varð tikið hædd fyri teimum borgarum, ið vilja ganga trygt fram við vegnum. Her mælti arbeiðsbólkurin til, at í Skipanesbrekkuni skuldi ein gongugøta leggjast paralelt við verandi veg av Skipanesi niðan til rundkoyringina í Søldarfirði.
Tað sama var galdandi fyri gongugøtuna millum Søldafjørð og Lambreiði. Her skuldi gøtan leggjast vestananfyri autoverjuna.
Gongugøtan millum Lambareiði og Sandheyggin á Glyvrum, skuldi liggja eystanfyri verandi veg.
Galdandi fyri øll hesi strekki var, at ljósviðurskiftini skuldu vera góð.

At nógv tung ferðsla koyrir gjøgnum Runavík, munnu tey flestu nokk vita. Hesa ferðslu er ætlanin at fáa oman á Fjøruvegin, so miðbýurin verður fríur fyri tunga ferðslu. Fjøruvegurin, sum byrjar úti á Saltnesi og endar inni á Bakka, skal vera farleiðin hjá tungu akførunum. Umleið 8% av allari ferðslu gjøgnum Runavíkina er tung ferðsla, og sleppur man undan hesum stóru bilum, so skuldi tað økt munandi um trygdina í miðbýnum.
Av øðrum, ið eisini varð viðgjørt, vóru parkeringsviðurskiftini í handilsøkinum, busstoppistøðini og setðgi-/parkeringsviðurskiftini frammanfyri skúlarnar.
Eftir framløguna var møguleiki at seta spurningar, og tað vóru nógv sum settu spurningar ella komu við góðum hugskotum um onnur ting, sum kundu gerast fyri at bøta um trygdina.
Alt í alt, ein sera góður og konstruktivur fundur, har borgarin bleiv kunnaður um ætlanina og fekk møguleika at seta sítt fingramerki á ferðslutrygdarætlanina fyri økið Skipanes-Mýranar.