HEIM
26.05.2011

Borgarafundur um Athenu

Borgarafundur var í kvøld í Løkshøll, har borgarin og tilbúgvingin fingu spurt og svara nógvum og viðkomandi spurningunum um stóra eldin umborð á Athenu, og kunnað varð um, hvussu tilbúgvingin hevði virkað.
Fitt av fólki var møtt í Løkshøll, og til at leiða fundin høvdu fyrireikararnir fingið Óluvu Zachariasen.

Í panelinum, til at svara spurningum, sótu:
•Hendrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvinarstovninum
•Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu
•Sunleif Højgaard, sløkkiliðsleiðari í Skálafjarðarsløkkiliði
•Hallgrím Hansen, løgreglumaður og átaksleiðari

Fyrst bjóðaði Magnus, umboðandi Runavíkar og Sjóvar kommunu, øllum vælkomnum á fundin við vón um, at fólkið kom at vera ein aktivur partur av fundinum, soleiðis at tað kundi gerast ein góður og gevandi fundur.

Ikki kann sigast annað enn, at fundurin gjørdist góður og gevandi. Fólkið, sum var møtt á fund, hevði nógvar spurningar, og eisini vóru nógvar góðar hugsanir lagdar fram, sum kundu verið nýttar um ein líknandi hending skuldi hent aftur.

Hendrik legði fyri við, at siga at tílíkir fundir ikki vóru vanligir, men at hendan hendingin var so umfatandi, at tað var umráðandi, at fáa tikið fólkið við upp á ráð. Eftir eina tílíka hending, er sera umráðandi við eftirmeting, og hendan efitrmetingin skulu umfata alt, líka frá áðrenn, í meðan og eftir at Athena var brend.

Fyrsti spurningur úr salinum gekk út uppá, um tað ikki var arbeiðseftirlitið sum átti at fora fyri, at so nógvar og farligar trýstfløskur eru umborð á einum arbeiðisplássi sum Athenu, men av tí at Arbeiðseftirlitið ikki var har, so var farið skjótt forbí hendan spurning, men Sunleif kundi svara fyri teirra viðkomandi, at teimum var upplýst at eini 10-20 fløskur vóru umborð, men at tað síðan vísti seg at vera áleið 90 fløskur umborð.

Annar spurningur var, um tað ikki hevði verið rættast at toga skipið til havs, og harvið fingið borgararnar við Skálafjørðin úr eitraða roykinum?
Hendrik kundi upplýsa, at tað vóru nógvir fyrimunir og vansar ið skuldu gjøgnumgangast, áðrenn skipið kundi loysast frá kei. Millum annað, hvat nú um skipið sakk? Tá kundu teir 288.000 litrarnir av olju enda á sjónum og tá høvdu vit fingið eina stóra náttúru vanlukku. Tískil var niðurstøðan, at tað var best kontroll á støðuni, so leingi skipið lág við kei.

Í hesum sambandi spurdi onkur, hví tað ikki var mark fyri, hvussu nógva olju eitt skip kundi liggja við, tá tað var til umvalingar.
Hendrik vísti á, at allar kommunur hava eina tilbúgvingarætlan, og at tað kann setast inn í hana, um man ynskir at seta mark fyri tílíkum. Har afturat vísti hann á, at møguliga átti fyritøkan/reiðaríið, at havt eina tilbúgvingarætlan til slíkar umvælingarstøður.

Magnus kundi í hesum sambandi upplýsa, at kommunan hevði eina góða tilbúgvingarætlan út frá galdandi lóg. (Lógin verður dagførd í hesum árinum)

Ein av yngru monnunum í salinum spurdi, um tað ikki hevði verið eitt hugskot, at havt kunnandi tilfar til borgararnar t.d. eina heimasíðu, sum greitt vísti ein plan A, plan B og so víðari, soleiðis at borgarin visti, hvussu hann skuldi fyrihalda seg til støðuna, sum hon var í økinum hjá sær.

Hallgrím vísti í tí sambandi á, at kunningin var eitt øki, sum ikki hevði gingið nóg væl. Ynskiligt hevði verið at havt ein kunnandi portal, soleiðis at fólk altíð fingu nýggjastu kunningina, umvegis henda portal. Eisini vísti hann á, at møguliga gekk ov nógv av kunningini umvegis Sunnleif og seg -Hallgrím, og at her kundi hann hugsað sær eitt fólk, sum var eitt millumlið millum tilbúgvingina og fólkið/fjølmiðlar.

Í samband við eina kunnandi heimasíðu, so vísti Hendrik á, at Landsverk hevur eina kunnandi síðu, sum verður sett í gongd í so fall, at ein ólukka hendur á vegunum. Hendan síðan gevur upplýsingar um støðuna, umframt um hvussu fólk skulu fyrihalda seg í ferðsluni.

Heini Eysturoy frá Landsverk var eisini við á fundinum. Hann vísti á, at samskiftið hevði verið millum Landsverk og Tilbúgvingarstovnin, um møguliga at gera ein felags portal, so helst gongur ikki ov lang tíð, áðrenn ein kunnandi portalur er komin upp at koyra.

Nakað eftir miðdag bleiv tíðindafundur hildin um eldin umborð á Athenu. Hesin fundur bleiv hildin í Havn, og blivu Hallgrím og Sunleif tiknir av økinum og til Havnar at halda tíðindafund. Ein spurningur var tískil settur Karen Marie Olesen, um tað ikki hevði verið rættari, at havt tíðindafundin í Runavík. Hetta var hon samd í, men vísti samstundis á, at fyri tað um Hallgrím og Sunleif vóru í Havn, so vóru altíð varðamenn á vakt fyri teir.

Borgarstjórin í Nes Kommunu, Símun Jóhannesen, spurdi hví kunningin ikki var umvegis Kringvarp Føroya?
Her kundi Hendrik upplýsa, at tað kemur tað at vera í framtíðini, meðan Martin Berg frá politinum vísti á, at tað í verandi løtu ikki var nøkur niðurfeld mannagongd um hvussu kunningin skuldi fara fram.

Ein annar borgari vísti á, at Kringvarp Føroya var á keiini og gjørdi sjónvarpssamrøður klokkan 2 um náttina, men at útvarpið ikki byrjaði at senda fyrr enn klokkan 6-7 um morgunin. Onkur helt, at ÚF átti at byrja at sent, so skjótt tey vistu av tilburðinum. Viðmerkjast skal, at tað ikki var Kringvarpið sum var á keiini, men ein videomaður, sum síðan seldi Kringvarpinum upptøkuna.

Tá fólkið á Skála bleiv evakuerað, var tað brandbilurin sum fór ýlandi ígjøgnum bygdina. Onkrir av borgarunum á Skála hildu, at nú var nokk eldur í onkrum húsum, og tískil løgdu tey seg bara aftur.

Tískil skeyt ein borgari upp at brúka sirenurnar, ið eru á skipasmiðjunum á Skála, í Havn og í Vestmanna, umframt at seta slíkar sirenur upp aðrastaðni, soleiðis at fólk tók tað ýlið í álvara.

Politiið vísti á, at við nýggju tilkallingarskipanini á alarmsentralinum, er møguligt at ringja somu boð út til 150 telefonir samstundis, hetta kundi verið ein møguleiki, at kunna og evakuera fólk eina aðruferð, men vísti samstundis á, at hetta mátti setast upp av Føroya Tele.

Um so var, at Athena hevði slitið frá kei, so hevði eitt brennandi skip lagt frá landi, og her vísti ein borgari á, at so hevði Brimil staðið hjálparleysur, tí hann ikki hevur útgerð til at verja seg sjálvan móti teimum hita strálum eitt brennandi skip sendur.

Hendrik ætlaði at taka hetta upp við Vaktar og bjargingar tænastuna.

Av tí at roykurin lá yvir á Skála og Innan Glyvur, spurdi ein maður, um hvat kundi hugsast at henda við krýatúrunum. Hvørjar eftirvirkningar kom hetta at hava fyri krýatúrini, og hví blivu tey ikki evakuerað, eins og fólkini?

Politiið valdi fyrst og fremst at evakuera fólk, og tilbúgvingin er fyrst og fremst ætla menniskjum, síðan djórum og øðrum.

Landsdjóralæknin, Birna Mørkøre segði, at tey vóru kunnað um støðuna og at tey tá ikki mettu, at tað var neyðugt at flyta djórini. Eisini høvdu tey gjørt kanningar av grasinum, og at royndir vóru sendir niður. Svarið kemur um 3-4 vikur.

Royndir eru eisini tiknir av kraklingi og hummarum. Hesar royndirnar koma at vísa, um nógv eitur evni eru í sjónum. Kraklingur og skjeljadjór samla størst nøgdir av eiturevni, um so er at tað finst, tískil koma hesar royndirnar at vísa, um neyðugt er við fleiri kanningum.

Móti endanum setti Óluvá panelinum spurningin: Hvat gekk ordiliga gott? Og hvat gekk illa hendan dagin?

Hallgrím helt, at kaos fasan gekk væl, her hugsaði hann serliga um myndina, teir fingu gjørt sær av støðuni, beint eftir at eldurin var fráboðaður. Evakueringin hevði eisini gingið væl, men møguliga skuldi man havt eina fasta orðing, tá man fór runt at banka uppá hjá fólki, og tøma hús.

Hallgrím helt ,at kunningin til borgararnar, ikki hevði verið nóg góð, og at hon eigur at betrast til næstu ferð.

Sunleif var eisini væl nøgdur við átakið. Alt hevði gingið væl, og ikki minst var tað grannakommununum fyri at takka, at tað gekk so væl. Tær vóru sera hjálpsamar.

Um nakað, sum gekk minni gott, skuldi takast fram, so helt Sunleif, at tá Athena byrjaði at taka sjógv inn, áttu teir at verið fyrr til at sæð trupulleikan.

Magnus var væl nøgdur við innsatsin. Avgerðirnar, ið tiknar vóru, vóru væl gjøgnum hugsaðar, og har afturat var kommunan og hann sjálvur allatíð væl kunnað um støðuna.

Einasta, Magnus kundi seta fingurin á, var, at hann helt at fólk sluppu ov nær eldinum í byrjanini. Her legði Sunleif afturat, at fólk blivu rikin burtur, men at tey vóru líka skjót aftur.

Hendrik var væl nøgdur við felagssamstarvið og rósti góðu átaksleiðsluni og ráðnum teir høvdu at kunna seg við.

Hendrik tók undir við, at næstu ferð mátti kunningin skipast betur.
At enda kom spurningurin, um hvussu leingi borgarar í økinum skulu síggja uppá brendu Athenu, og her kundi Sunleif upplýsa, at sjálvandi skulu nakrar kanningar gerast, men at øll vildu hava hana vekk so skjótt sum gjørligt.

At enda takkaði Hendrik fyri ein góðan og gevandi fund, har borgarin hevði havt møguleika at spurt og kunnað seg um vanlukkuna umborð á Athenu.

Myndir frá fundinum síggjast undir myndasavn í vinstru síðu.

Myndarøð: {FF5926BE-92D6-4093-AA78-7893856257FF}