HEIM
06.03.2015

Borgarafundur í Løkshøll 10. mars

– Runavíkar kommuna 2015 - 2025

Týskvøldið 10. mars kl. 19.00 skipar Runavíkar kommuna fyri borgarafundi i Løkshøll.
Á fundinum fer býráðið at kunna um ymisk kommunal viðurskifti og um framtíðarætlanir fyri kommununa næstu 10 árini.
Borgarin fær eisini høvi at siga sína hugsan og at seta spurningar.
Aftaná fundin verður høvi at hitta tær ymisku nevndirnar til eitt prát ella spurningar, samstundis sum ein drekkamuður verður at fáa í kantinuni.
Øll eru vælkomin.

Runavíkar býráð