HEIM
08.12.2009

Borgarafundir í Runavík um ferðslutrygd

Fyri einum mánað síðan skrivaðu Landsverk, Runavíkar kommuna og Løgreglan undir eina samstarvsavtalu um eina samlaða ferðslutrygdarætlan fyri vegateinin "Undir Gøtueiði-Mýravegur". Hóskvøldið klokkan 19 verður borgarafundur í Býráðshøllini í Runavík, har partarnir fara at kunna um avtaluna
Høvuðsferðsluæðrin millum Mýravegin í Runavík og Undir Gøtueiði við Skipanes skal gerast tryggari. 9. november gjørdu Landsverk, Runavíkar kommuna og Løgreglan eina samstarvsavtalu um at ferðslutryggja hendan teinin, sum er 9,2 kilometrar langur.
Ein stýrisbólkur er settur við einum arbeiðsbólki undir sær. Arbeiðsbólkurin skal lata stýrisbólkinum eitt álit í seinasta lagi 1. apríl komandi ár. Í hesum skal hvørt einstakt ferðslutrygdarátak á samlaða vegateininum lýsast nágreiniliga.
Arbeiðsbólkurin fór beinanvegin í gongd við at kortleggja verandi støðu og lýsa teir trupulleikar, ið eru á hesum vegastrekki. Við støði í ferðsluteljingum, ferðmátingum og óhappsskrásetingum fer arbeiðsbólkurin at gera eitt uppskot um ferðslutrygdartiltøk, ið kunnu betra um ferðsluumhvørvið.
Ein liður í ferðslutrygdarætlanini eru tveir borgarafundir í Runavíkar kommunu. Tann fyrri verður nú hóskvøldið 10. desember klokkan 19 í Býráðshøllini í Runavík. Har fara umboð fyri arbeiðsbólkin og stýrsbólkin at greiða borgarum í kommununi frá arbeiðssetninginum og millum annað lýsa tøl fyri ferðsluteljingar, ferðslumátingar, tal av óhappum, hvussu væl ella illa busssteðgiplássini liggja, íbindingar í høvuðsvegin og hvørji óheppin vegamót finnast á strekkinum. Á fundinum verður sjálvandi eisini møguleiki hjá borgarum at koma við ynskjum til ferðslubetringar og annars at koma við viðmerkingum til ætlanina.
Seinni borgarafundurin verður um miðjan mars, tá eitt ítøkiligt ferðslutrygdauppskot skal fyriliggja, sum tá verður lagt fram fyri borgararunum í Runavíkar kommunu.

Tíðindaskriv 8. desember 2009