HEIM
12.07.2016

Borgar verður nýggjur hallarvørður

Tað verður 32 ára gamli Borgar Persson, ið verður nýggjur hallarvørður í snotuligu Bylgjuni í Runavík. Borgar, ið er ættaður av Strondum, er búsitandi í Rituvík, giftur Liljuni, og saman eiga tey sonin Venzel. Borgar er útlærdur timburmaður, og hevur undan hesi avbjóðingini í tveimum umførum starvast hjá Articon, samanlagt í 10 ár, og hevur eisini roynt seg við sjálvstøðugum virksemi.

Í alt vóru 10 umsóknir til starvið.