HEIM
10.10.2018

Borað og sprongt við tunnilsmunnan á Rókini

Eysturoyartunnilin boðar frá, at nú verður farið undir at fyrireika tunnilsmunnan á Rókini. Borað og sprongt verður teir næstu dagarnar. Í fyrstu siftu verður bert borað inn í einar 14 dagar, so klárt er til at fara undir gerð av betongportali.

Sum fyri undarfarnu spreingingar, verður sperrað av minst 100m frá við vaktum. Blást verður í lúður beint áðrenn spreinginarnar

www.estunlar.fo