HEIM
09.10.2013

Bólturin trunkast í eystaru hellingini

Tað eru dagar, sum eru meiri minningarríkir enn aðrir, fylla meira í vitskuni enn aðrir. Dagurin í dag fer at vera ein teirra, nú nýggjur graslíkisvøllur á triðja sinni verður lagdur á fótbóltsvøllin á Skála. Sohvørt sum ítróttin fyllir alt meira í lívinum hjá teimum flestu, eru áhaldandi áneyðir hjá myndugleikanum at skapa fyritreytirnar soleiðis, at eisini ungdómurin í eini kommunu sum okkara hevur bestu atstøður til at fremja leik á ovastu rókum. Í hesum ljósinum skal tað síggjast, at hetta er annar graslíkisvøllurin, sum Runavíkar kommuna letur fótbóltsfeløgunum í kommununi at ráða yvir í brúki. Sum savningarstaður hjá børnum og eldri er týdningurin eisini ósvitandi. Ein dag sum hendan ber til at hugleiða um hvussu fótbóltslandslagið í Føroyum hevur flutt seg hesi seinastu mongu árini.

Seinasta árið er fólkatalið í Eysturoy minkað við 81 íbúgvum. Hetta er í sjálvum sær ein vanlukka, men hetta tykist ikki nerva barometurstandin í fótbóltsheiminum, - tvørturímóti. ÍF, Víkingur og NSÍ umboða í løtuni oynna í EFFO-deildini, og siga vit, at EB/Streymur er hálvt eysturoyarfelag, so eiga vit 3½ felag í ovastu deildini. Hetta svarar til 35% í mun til at 22% av Føroya fólki búleikast í Eysturoy.

Hetta er ein nógv broytt støða í mun til øll tey mongu fyrstu árini í føroyskum fótbólti. Eyðsæð blómaði spælið frá fyrstum í stóru fólkakonsentratiónunum, har møguleikin fyri rekruttering var størstur. Á Tvøroyri, í Tórshavn, í Klaksvík, í Vági og onkuntíð lógu vágamenn framvið eisini. Eysturoyggin lá at kalla svørt í knattspyrnuhøpi í áratíggju. Smáu bygdarløgini kring um oynna áttu líkasum ikki uppdriftina, ið skuldi til fyri at koma á evstu røkurnar í hesum ediliga leiki, kappingin bygda ímillum var sterkari enn samljóðið og undirstøðan, men tíðirnar broytast kortini javnt og samt, á øllum mótum, og eftir at tað var brostið fyri nev, hjá fuglfirðingum í Meistaradeildini, broyttist alt. Tað var sum at festa í turt hoyggj, bóltspælið fór sum ein grasfløtubrandur um alla oynna.

Hóast lítið hevur verið tosað um orsøkina til broytingina á geografiska fótbóltskortinum, og ongar vísindaligar tíansheldur samfelagsligar rannsóknir eru gjørdar um hetta fenomenið, so liggur tað til høgrabeinið at hugsa, at vinnuliga menningin, kolossali dynamikkurin eystanfyri Sundalagið, er ein orsøkin til hitt nú "skeiklaða" landakortið.

Sum støðan er í løtuni, bendir alt á, at 07 Vestur og TB missa fótafestið í EFFO-deildini. Samstundis hava tofta- og skálamenn, umvegis B68 og Skála, syft seg upp á ovastu rók av nýggjum. Eftir tað eru Vágoy, Suðuroy og Sandoy foyktar av fótbóltskortinum fyri eina tíð. Vit sita tá eftir við tveimum miðsavningum, í Tórshavn og í økinum eystanfyri Sundalagið.

Í 2014 eigur Eysturoy harvið 5½ lið av 10 í EFFO-deildini. 55% av fótbóltsmegini finst tá í einum øki, sum bert umboðar 22% av landsins íbúgvum. Tað verður ofta sagt, at Eysturoyggin og Norðoyggjar eru cash-kúgvin í landinum, eini 80-85% av exportinum kemur higani, og verður KÍ framhaldandi ein partur av bestu deildini í 2014, so er støðan hon, at hetta sama økið, har 16.519 fólk búðu pr. 1. juli 2013, eigur 6½ lið í ovastu deildini. Í hesum førinum eigur økið 65% av liðunum, samstundis sum 34% av fólkinum býr í hesum sama øki. Hetta stendur upp ímóti tí veruleika, at tey trý liðini í Suðurstreymoy, AB, HB og B36 eiga 30% av liðunum meðan grundarlagið í rekruttering (20.024 fólk) er 41%. Restina, ella 5% av liðunum eigur eystara liðin av Norðstreymoy.

Onkur samfelagsfrøðingur átti at gjørt royndina at finna útav, hvør orsøkin er til hetta mikla paradigmuskiftið. Bæði í øllum hinum søguliga tíðarmálinum hjá fótbóltinum í Føroyum, og serliga hví gongdin broyttist so almikið hesi seinastu mongu árini, serliga síðani ÍF dittaði sær til at taka stigið úr Eysturoyarkappingini og Meðaldeildini upp í Meistaradeildina og síðani økið eystanfyri Sundalagið gjørdist vinnuliga lokomotivið í landinum.

Eitt ókvalifiserað git er, at samanhangur er ímillum vinnudynamikkin í eysturøkinum, sum í 2014 eigur 65% av liðunum í deildini umboðandi 34% av fólkinum, ímeðan fæið, ið fæst burtur úr landsumsitingini og danska ríkisveitingin í Suðurstreymoy ikki fær tak á fleiri enn 30%´um av liðunum umboðandi 41% av fólkinum. Statistikkur kann sum kunnugt brúkast til so mangt.

Við hesum fari eg at handa umboði (Per Mikkelsen) fyri Skála Ítróttarfelag um at taka ímóti vøllinum til brúks í ókomnum døgum, eins og heitt verður á Dánjal Jákup Joensen, um at skjóta fyrsta skotið í hitt sunnara málið, har Hans Jacob Andreasen fer at verja fyri hesum fyrsta skotinum av mongum í tíðini sum liggur fyri framman. Mátti byrurin verið tykkum blíður.