HEIM
22.11.2013

Bókaútgáva og útgávutiltak

Í sambandi við at Páll Kunoy gevur út nýggja bók um sluppirnar Immanuel og Lauru, sum gingu burtur somu nátt í 1932, verður stórt útgávutiltak á bókasavninum við Løkin mánakvøldið 25. november klokkan 19.30.

Hetta er ein bók um føroyska skipasøgu, um lokala søgu og um menniskjalagnur, sum vóru kollveltar eftir eini nátt. Tá sluppin Immanuel gekk burtur fórust 19 menn harav 11 úr Søldarfirði og onkur av Skipanesi og Gøtu. Við Lauru fórust somuleiðis 19 menn, flestir úr Suðuroy. Allir sum fórust vóru ungir menn millum 16 og 35 ár, tó var ein 47 ára gamal. Eftir sótu einkjur og faðirleys børn. Vanlukkur, sum hesar, seta síni djúpu spor í tey menniskju og samfeløg, sum verða rakt. Soleiðis var eisini í hesum førum, og mangar eru frágreiðingarnar um, hvussu fólk hava klára seg og hjálpt hvørjum øðrum í teimum sváru umstøðum tey vóru komin í.

Á útgávutiltakinum greiðir Páll Kunoy frá um bókina og bókin fæst til keyps fyri serprís. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, ber eina heilsan fram og Eyðun Joensen, best kendur sum sálarfrøðingur, fer at ummæla bókina. Eisini verður felagssangur og bókasavnið bjóðar drekkamunn. Tiltakið er sjálvsagt ókeypis og øll eru vælkomin.