HEIM
05.03.2015

Bókasavnið við Løkin styrkti sín leiklut í 2014

Forritan, fjarlestur, filmsýningar og lesiringar fyltu mest í kalendaranum hjá Bókasavninum við Løkin farna árið. Bókasavnið letur væl at í ársfrágreiðingini fyri 2014.

Bókasavnið við Løkin í Runavík lat alment upp í august 2012, og kann tí framvegis metast sum eitt nýtt tilboð til borgaran í økinum. Fyri at venja fólk at brúka bókasavnið og fyri at skapa sjónligheit, so hevur bókasavnið í 2014 lagt dent á afturvendandi tiltøk. Lesiringar og filmsýningar byrjaðu í 2013 og hildu fram í fjør. Sum nakað nýtt fór bókasavnið undir at fyriskipa fjarlestur og skeið í forritan fyri børn og ung. Øll hesi afturvendandi tiltøkini eydnaðust sera væl.

Lesiringurin er eitt samstarv við Bókasavnið í Nes kommunu. Luttakararnir møtast uml. sættu hvørja viku fyri at tosa um lisnar bøkur. Vanliga møta millum 20 og 30 lesarar hvørja ferð. Lesiringurin møtist aðruhvørja ferð á Toftum og í Runavík.

Filmsýningar av norðurlendskum filmum er í samstarvi við Løkshøll og Filmsfelagið Klipp hjá Norðurlandahúsinum. Frá januar til september vóru 5 filmar vístir. Hóast misjavna undirtøku og at bókasavnið samanlagt hevur eina útreiðslu av sýningunum, so halda vit, at tað hevur stóran týdning at slíkir filmar vera vístir.

Fjarlestur er eitt samstarv, sum byrjaði í februar 2014, við Fróðskaparsetur Føroya. Nú kunnu lesandi til lærara og námsfrøðing møta til undirvísing í Runavík og aðrastaðni í Føroyum og fáa undirvísing gjøgnum framkomna videofundartøkni. Royndirnar av hesum fjarlestri tykjast at vera so mikið góðar, at útlit eru fyri, at hetta tilboðið heldur fram og verður ment.

Skeið í forritan fyri børn og ung var eisini eitt nýtt tiltak í 2014. Aldursbólkurin frá 6. til 10. flokk var boðin at luttaka. Fyriskipararnir væntaðu eini 20 tilmeldingar, men áhugin var so mikið stórur, bæði millum luttakarar og undirvísarar, at valt var at økja um plássini til 40. Sostatt hava millum 30 og 40 børn og ung møtt hvønn hósdag á bókasavninum frá september 2014 til januar 2015. Luttakarar vóru ikki bert úr Runavík og av eystara armi av Skálafjørðinum. Luttakarar vóru eisini av Strondum, Skála, Gøtu, Leirvík, Fuglafirði, Klaksvík, Hósvík og Hoyvík. Fýra sjálvboðin KT-fólk, sum arbeiða í føroysku KT-vinnuni, hava vegleitt og undirvíst hesum ungu spírum. Nógvir partar eiga heiður fyri, at henda verkætlan eydnaðist so væl. Andreas Klein Arnbjerg kom upprunaliga við hugskotinum til bókasavnið, og hevur hann verið við allan vegin. Sjálvbodnu undirvísararnir hava klárað uppgávuna sera væl. Foreldur hava trúføst koyrt børnini til skeiðið. Bókasavnið hevur notið sera gott av samstarvinum við Skúlan við Løkin, har møguleiki var at læna farteldur og skúlastovur, umframt at brúka tíð hjá KT-vørðum og vaskifólki. At enda eigur Mentamálaráðið, grunnurin ´Stuðul til barna og ungdómsarbeiði´ stóra takk fyri peningaligan stuðul. Ætlanin er at taka hetta skeiðið uppaftur komandi heyst.

Videofundir mennast
Runavíkar kommuna eigur framkomna tøkni til videofundir. Bókasavnið umsitur hesa útgerð og atgongd til hølið. Higartil hava serliga tey, sum lesa fjarlestur, gjørt brúk av útgerðini. Í 2015 ætlar bókasavnið at gera meira við at bjóða at virkjum, stovnum, feløgum og einstaklingum inn at brúka hølið og útgerðina til videofundir.

Tættari samstarv við Løkshøll
Bókasavnið við Løkin og Løkshøll eru tveir sjálvstøðugir stovnar undir Runavíkar kommunu. Stovnarnir húsast í sama bygningi, og hava á mangan hátt líknandi endamál. Á mentanarvikuni í oktober 2014 var t.d. roynt at skipa soleiðis fyri, at tey vitjandi skuldu upplivað stovnarnar sum eitt samla mentanarhús. Hetta eydnaðist sera væl, og er ætlanin at styrkja hetta samstarvi.

Støðugt útlán
Vanligt er at bókasøvn gera hagtøl upp við ársskifti. Tað hevur Bókasavnið við Løkin eisini gjørt. Útlánið av bókum er á leið tað sama sum árið fyri. Í 2013 var útlánið 15.477 bøkur og í 2014 kom hetta uppá 15.857, og eru vit væl nøgd við hesi tøl.

Samanumtikið er bókasavnið væl nøgt við virksemi í 2014, og er farið undir nýtt ár við góðum treysti.

Ársfrágreiðingin og yvirlit yvir tiltøk á bókasavninum í 2014 kunnu lesast á heimasíðuni hjá bókasavninum www.lokin.fo