HEIM
21.08.2012

Bókasavnið við Løkin letur upp

Í morgin, mikudagin 22. august frá klokkan 14 verður almenn móttøka á bókasavninum við Løkin.

Bókasavnið við Løkin letur fyri fyrstu ferð dyrnar alment upp, og markerar dagin við at fyriskipa eitt bókaútgávutiltak.

Bókin um Jens Martin Knudsen og hansara ítróttalív verður løgd fram henda dagin. Bókina hevur Uni Holm Johannesen skrivað og SPROTIN gevur bókina út. Á bókasavninum er framsýning av ymiskum áhugaverdum lutum frá yrkisleiðini hjá Jens Martini innan fótbólt, - og sjálvandi er topphúgvan eisini við. Møguleiki verður at keypa bókina og fáa hana signeraða. Eisini verður ábit, røður og tónleikur á skránni.

Bókasavnið hevur fingið nýggj stórbær høli í sama bygningi, sum skúlin við Løkin og Løkshøll. Síðani skúlin við Løkin varð bygdur í 2008, og bókasavnið í Glyvra skúla flutti yvir til nýggj høli, hevur bókasavnið bert verið nýtt sum skúlabókasavn. Bókasavið er eitt skúla- og fólkabókasavn, sum merkir at skúlin og skúlabørn gera nógv brúk av bókasavninum, serliga fyrrapartar. Býráðið hevur nú avgjørt at bjóða borgarunum eitt rættiligt fólkabókasavn við fjølbroyttum virksemi, og hevur tí sett Svend Højgaard í starv sum leiðara. Í fyrstu atløgu verða upplatingartíðirnar til almenningin gerandisdagar frá 13-18. Vøggustovur, barnagarðar og aðrir stovnar ella felagskapir kunnu tó vitja bókasavnið fyrrapartar eftir avtalu.

Býráðið og starvsfólk gleða seg at kunna bjóða borgarunum vælkomnum á Bókasavnið við Løkin.

Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna á bókasavninum mikudagin 22. august frá klokkan 14.