HEIM
12.06.2015

Bókasavnið við Løkin er nýggjur vertur hjá Summartónum

Í summar verða aftur konsertir, sum Felagið Føroysk Tónaskøld fyriskipar kring landið. Summartónar er elsti tónleikafestivalur í Føroyum, og hevur konsertir gjøgnum summarið á nógvum ymiskum støðum kring alt Føroya land. 

Í ár er eitt konsertstað komið aftrat á listan. Tað er Bókasavnið við Løkin í Runavík, sum hevur bjóða seg fram at verða vertur fyri Summartónum. Bókasavnið hóskar sera væl til slíkar konsertir. Hølið er ljóst og rúmligt, - og ljóðumstøðurnar eru góðar. 

Heili 5 konsertir verða á bókasavninum í summar:

Hósdag 25. juni, kl 20.00
Kamartrioin: Monika Stauss Joensen (violin), Kenneth Jones (trumpet), Birgitte Schnakenburg (piano)
Classical

Hósdag 2. juli, kl 20.00
Bengt Forsberg (piano)
Classical

Fríggjadag 10. juli, kl 20.00
Jože Kotar (clarinet), Luca Ferrini (piano)
Classical

Fríggjadag 17. juli, kl 20.00
Heiðrun Petersen (violin), Jóhannes Andreasen (piano)
Classical

Hósdag 13. august, kl 20.00
Yggdrasil: Anders Hjuler (artist) & Angelika Nielsen (violin), Piotr Damasiewicz (trumpet), Kristian Blak (piano), Mikael Blak (bass)
Jazz/Folk 

Atgongumerkið kostar kr. 50,-

Meira kann lesast um Summartónar her: www.composers.fo/summartonar.html

Meira kann lesast um Bókasavnið við Løkin her: www.lokin.fo