HEIM
03.10.2016

Bókaframløga: Símun í Hoyvík og eftirkomarar

Hóskvøldið 6. oktober kl. 19.00 verður bókin Símun í Hoyvík og eftirkomarar hansara, sum Eydna Fosaa og Hans Simonsen hava skrivað, løgd fram í kantinuni í Skúlanum við Løkin í Runavík.
Fyrsta útgáva av hesi bók varð gjørd til ættarstevnuna í 2009. Skjótt var hon útseld, og nú hevur Eydna fingið Hans afturat sær at gera eina nýggja útgávu. Henda hevur harða kápu við litmynd av tí málningi, sum Jógvan Waagstein í 1917 málaði til Símun og Johannu á Høgabóli av barnaheimi hennara, teimum húsum, sum Símun bygdi á trøðni Uttan fyri Garðar í Hoyvík í 1835, og sum vórðu tikin niður í 1903.
Í bókini ber til at greina skyldskapin í ættini. Tað er ótrúligari vælvild frá øllum í ættini fyri at takka, at tað hevur borið til at fingið so nógv við.
Tey, sum hava nýtt ta fyrru útgávuna, kunnu sanna, at í bókini er sera lætt at finna teir upplýsingar, tørvur er á. Nú er ættin vaksin, og aðrar broytingar hava verið, so nú er hon enn meir nýtilig.

Øll eru hjartaliga vælkomin til bókaframløguna hósdagin kl 19.00 í kantinuni í skúlanum við Løkin.