HEIM
24.10.2018

Bókaframløga: Ættarsambandið við Nólsoyar Páll

Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram, nú dagførd útgáva er prentað. Framløgan verður í Løkshøll hóskvøldið 25. oktober kl. 19.30,

Skrá:
Hans Tausen Olsen bjóðar luttakarunum vælkomnum.
Zakarias Wang greiðir frá um framleiðsluna av bókini
Tórbjørn Jacobsen: Skiparin Nólsoyar Páll
Archibald Black: Framløga í orðum og løgum um Nólsoyar Páll
Nolsoyar Páll fær orðið: Nøkur ørindi av verkum hansara verða kvøðin á gólvi

Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" er sera væl úr hondum greidd og fevnir um eina rúgvu av fólki, sum hava røtur aftur til Nólsoyar Páll. Talan er um nógvar familjur úr øllum Føroyum. Ein navnalisti ger bókina sera lætta at finna runt í.