HEIM
10.11.2010

Bocciakapping í Løkshøll

Mikudagin 10. nov. verður skipað fyri bocciakapping í Løkshøll , har eitt ferðasteyp verður latið vinnaranum. Luttakararnir eru úr Tilhaldinum í Nólsoy, Sandi, Runavík og Havnini. Meðan bocciakappingin er, verður høvi at fara ein rundtúr um "Lítla Toftavatn". Kl. 13.00 er rundvísing á skúlanum, og kl. 14.00 fáa luttakararnir døgurða á Sjókaféini.