HEIM
06.06.2012

Bocciakapping 9. juni

Leygardagin 9. juni kl. 14 skipar ítróttarfelagið Svanur fyri bocciakapping á Eystanstevnu. Svanur er eitt ítróttarfelag í Eysturoynni fyri menningartarnað. Felagið varð sett á stovn í 2009 og tey hava verið sera virkin síðani. Í dag hevur felagið umleið 100 limir, ið arbeiða, millum annað, fyri at skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki, skipa fyri kappingum og at fáa rørslutarnað í gongd við ítrótt.
Tey seinastu árini hevur bocciakappingin á Eystanstevnu eydnast sera væl og uppmøtingin hevur verið góð. Hesaferð, eins og undanfarnu ár, verður kappast á Stevnuøkinum sunnanfyri býráðshúsini í Saltangará.
Kappingin byrjar samstundis sum stevnuøkið letur upp við hoppiborgum, tombola og øðrum góðum.
Sí skránna á eystanstevna.fo