HEIM
06.05.2016

Bob Dylan 75 ár – heiðurstiltak við Løkin

Fá vita hvør ið Robert Allen Zimmerman er, men at kalla allur heimurin man kennast við navnið Bob Dylan. Hann er borin í heim hin 24. mai 1941, og harvið hevur hann livað í trýfjerðingsøld hendan dagin í ár. Bókasavnið við Løkin skipar fyri haldi í sambandi við føðingardagin hjá amerikanska ikoninum. Hetta verður týskvøldið 24. mai kl. 19:30. Meinhard Jensen fer at halda fyrilestur um yrkjaran/tónleikaran, og teir báðir troubadurarnir Sámal Ravnsfjall og Kári Sverrisson fara at syngja og spæla nakrar sangir, sum Bob Dylan hevur yrkt og lagsmíðað.

Bob Dylan verður annars mettur at vera ímillum mest týðandi og avgerandi tónleikarar, síðani hann kom á pallin og út í almenna rúmið fyrst í sekstiárunum – fyri meiri enn hálvari øld síðani. Hann syngur og spælir flestu ljóðføri, og eitt eyðkenni frá fyrstu árunum er klípið við munnhørpuni, sum gevur fólkatónleiki hansara eina heilt aðra stødd saman við vokalinum og guitarinum. Hann hevur gjørt eitt ótal av sangum, og ein tann gitnasti man vera “Like a Rolling Stone”, sum tónleikablaðið við sama navni skírdi at vera besti sangurin, ið nakrantíð er gjørdur.

bobBob og ObamaBob Dylan

Bob Dylan var ávegis áðrenn ungdómsbyltingin í sekstiárunum fór um allan heimin. Hann endaði onkursvegna mitt í rákinum, ið hvussu er gjørdust fleiri av sangum hansara ein atknýttur partur av hesi sjaldsomu tíð, tá øll mørk vórðu sprongd. Byltingin fjaraði og Dylan helt fram og menti seg ymsar vegir, og leitaði í fleiri sjangrum eftir íblástri. Fyrsta plátan, sum kom út í 1962, gjørdi ikki hol í sjógvin, men árið eftir gav hann The Freewheelin út, og nú brast rættiliga fyri nevi, og Blowing´ in the Wind, Masters of War og A Hard Rain´s A-Gonna Fall sprongdu ljóðmúrin. Eftir tað slapst ikki uttanum eitt tað størsta flogvitið í okkara tíð og hann er framvegis still going strong og ferðast heimin íkring við The Never Ending Tour.

Meiri verður at frætta á Bókasavninum við Løkin týskvøldið 24. mai 2016 kl. 19:30.

Ókeypis atgongd!