HEIM
30.06.2015

Blómutónar í Søldarfirði

Garðahúsið skipar fyri einari spennandi og hugnaligari konsert sunnudagin 12. juli. Konsertin verður í hugnaliga urtagarðinum, og fara vøkru tónarnir at ferðast millum tær vøkru blómurnar, smílandi áhoyrararnar og ikki minst millum hønirnar!

Tey luttakandi eru:
Signar í Homrun v/ bólki
Hervør á Torkilsheyggi v/ bólki
Kristina Bærendsen v/ bólki
Magni Christiansen v/ bólki 

Av tí at konsertin verður úti í urtagarðinum, so hevur veðrið alt at siga! 

So tað er at vóna summarið veruliga er komið tá!! Til tess at sleppa inn á økið, er neyðugt við einum atgongumerki, ið kostar 200,- í forsølu! (Við dyrnar er prísurin 250,- ) FORSØLA: 

1. Møguleiki er at keypa atgongumerkir á netinum, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

2. Atgongumerkir eru eisini til sølu á Kunningarstovuni í Runavík!

3. Um atgongumerkir eru eftir, so verður gjørligt at keypa við dyrnar 1 tíma áðrenn konsertina.

GG: Tað er umráðandi at tit keypa í góðari tíð, tí tað er avmarka nøgd!