HEIM
04.06.2008

Blómuteigar

Í góðveðrinum henda síðast mánaðin munnu nógv hava glett seg um vøkru blómuteigarnar ymsa staðni í kommununi, t.d. í Rituvík, á Mýrunum, við rundkoyringina í Runavík, á Høgabóli, á Glyvrum, í Lamba, í Søldarfirði og á Skipanesi. Higartil hava tað mest verið leykplantur sum t.d. tulipanir. Seinni verða summarblómur plantaðar. Hetta er rættuliga tíðarkrevjandi, og tí arbeiðir vegadeildin við at planta staudur og runnar, sum koma aftur ár um ár.

Í bygdum, sum ikki eru vetrarfriðaðar fyri seyði, ber ikki til at hava slíkar teigar.

Ymsa staðni í kommununi verða blomsturkassar settir út, og í samstarvi við Stíggj verða eisini borð og beinkir sett út.