HEIM
20.05.2010

Blómumarknaður

Tíðindaskriv frá Skála Stuðlum.

Stórur blómumarknaður í Ítróttarhøllini á Skála

Nú er júst rætta tíðin til at gera urtagarðin kláran til summari og seta niður blómur, plantur, runnar og trø. - Kemur tú til Skála leygardagin, so er hópin av møguleikum at ogna sær blómur og plantur til summari.

Stuðulsfelagið hjá Skála Ítróttarfelag: Skála Stuðlar skipa aftur í ár fyri stórum blómu marknaði í Ítróttarhøllini á Skála. Tiltakið verður leygardagin 22. Mai. Marknaðurin letur upp klokkan 10 og heldur á líka til klokkan 18, ella so leingi sum plantur eru eftir at selja.

Hetta er fimta árið á rað, at Skála Stuðlar skipa fyri hesum tiltakinum. Undanfarin ár hevur verið sera góð undirtøka fyri tiltakinum og hava tey í Skála Stuðlum góðar vónir fyri tiltakinum leygardagin. Í ár hava Skála Stuðlar keypt yvir 3000 plantur. Talan er um nógv ymisk sløg av plantum, runnum, trøum og summarblómum - í øllum hugsandi litum og skapum.

Umframt hetta, verður eisini møguligt at ogna sær ymiskt annað til urtagarðin so sum mold, pottar og havamøblar.

Tiltakið er í samband við bygdastevnuna sum verður leygardagin á Skála, og tað verða nógv tiltøk, baði í høllini og á økinum uttanfyri.

Nógv verður gjørt burtur úr fyri at pynta og hugna um í høllini. Dømi um hetta sæst á hesari myndini, sum er tikin á marknaðinum í 2008.

Skála Stuðlar vóna at fólk taka væl undir við tiltakinum og koma niðan í Ítróttarhøllina leygardagin til at finnar sær íblástur til summari og til at njóta hugnaliga umhvørvið har uppi.