HEIM
05.05.2016

Blikagøta letur upp

Í samband við at Almannaverkið skipar fyri móttøku á nýggja sambýlinum á Blikagøtu fríggjadagin 6. mai kl. 14-16, letur Blikagøta alment upp.

Kommunan setur telt upp, har kaffi, te og ábit verður at fáa, og bjóðar øllum borgarum ein túr framvið at síggja sera vakra økið við Blikagøtu, ið er við í norðurlendsku arkitektakappingini Nordic Built Cities Challenge. Høvi verður at síggja tey fýra uppskotini, ið enn eru við í kappingini, og at ganga sær ein túr í økinum.

Ein myndakapping verður sett í gongd fríggjamorgunin, har tey vitjandi fáa høvi at atkvøða fyri sínum yndisuppskoti, og luttaka í kapping um at vinna gávukurvar frá Orkis og Várperlu.

Blikagøta er nýasfalterað, og er hetta tí gott høvi at taka barnavogn við, ella at royna seg við súkkluni, rulluskoytunum ella líknandi.

Tiltakið verður á Blikagøtu fríggjadagin 6. mai kl. 14-16.

Sí tiltakið á Facebook