HEIM
27.01.2012

Blái Krossur økir munandi um endurnýtsluvirksemi

Blái Krossur Føroya fer í samstarvi við Runavíkar, Nes og Sjóvar Kommunum at víðka um endurnýtsluvirksemi. Týsdagin 31. januar kl. 14.00 letur handilin "Endurnýtslan" upp á Bakka á Glyvrum
Endurnýtsluvirksemið hjá Bláa Krossi byrjaði við Blákrossbúðini í Havn. Fyri tveimum árum síðani lat Blákrossbúðin upp í Runavík og týsdagin 31. januar 2012 letur Blái Krossur upp handil og verkstað á Bakka á Glyvrum, ið hevur fingið heitið "Endurnýtslan".
Ímeðan Blákrossbúðirnar leggja seg einamest eftir at selja góð og brúkt klæðir, kemur "Endurnýtslan" at selja brúkslutir av øllum handa slag, so sum borð, stólar, lampur, sengur og súkklur. Í hølunum á Bakka (beint við síðuna av Bakkafrost) verður eisini verkstaður, har menn kunnu koma saman at taka hond í og umvæla lutir, og samstundis hava tað hugnaligt saman. Alt hetta verður rikið av sjálvbodnum.
Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi, sigur, at endamálið við hesum tiltakinum er, sum við Blákrossbúðunum, at fáa inntøkur til fjølbroytta virksemi hjá Bláa Krossi. Men harumframt er tað eisini ein sosialur aktivitetur, gagnar umhvørvinum og gevur fólki møguleika fyri at keypa ymiskt fyri ein bíligan penga. So – ein win-win støða fyri øll!

Samstarv við kommunur
Hetta tiltak er skipað í samstarvi við kommunurnar við Skálafjørðin. Hjalmar Hansen sigur, at Blái Krossur er ógvuliga takksamur fyri tað vælvild, ið er víst hesum og vónar at allir borgarar í kommununum eisini koma at taka undir við tiltakinum, m.a. við at lata lutir til "Endurnýtsluna".

Innsavnan av brúkslutum
Við ruskplássið hjá Runavíkar Kommunu í Rókini er sett ein bingja, ið er merkt "Blákross bingjan". Henda bingja er opin, tá ruskplássið er opið og er ætlað til lutir, sum kunnu endurnýtast.
Lutirnir kunnu krevja ábøtur ella hava smábrek. Talan kann vera um eitt nú: stólar, borð, sengur, sofur, hillar, lampur, súkklur, radio, sjónvørp, amboð, og leikur. Lutir í góðum standi, sum ein ynskir at sleppa av við, kunnu eisini setast í bingjuna. Allir lutir, sum koma í bingjuna, verða eftirkannaðir, og teir lutir, sum verða umvældir, verða seldir í endurnýtsluhandlunum hjá Bláa Krossi.
Á ruskplássunum hjá Nes Kommunu á Toftum og Sjóvar Kommunu á Hulki kunnu lutir, ið fólk halda kunnu endurnýtast, latast til umsjónarmannin á staðnum.

Søla av brúkslutum
Handilin "Endurnýtslan" letur upp týsdagin 31. januar kl. 14.00 við almennari móttøku, har øll eru vælkomin at støkka inn á gólvi.
Handilin verður opin týsdag og fríggjadag frá kl. 13.00 til 17.30 og annars, tá fólk er á verkstaðnum.

Blái Krossur Føroya

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/9DA29773-230A-47A3-911D-B86A5CB35572.pdf