HEIM
12.02.2013

Black Watch 2014

Tor-Shipping, umboðsfelagið hjá Fred Olsen Line, hevur nú boðað frá og váttað, at ferðamannaskipið "Black Watch" kemur inn á Skálafjørðin hin 29. juli 2014. Skipið skal til bryggju í Runavík. Skipið er smíðað í 1972, og hevur áður borið nøvnini "Star Odyssey", "Westward" og "Royal Viking Star". Í 2009 fekk tað eina grundleggjandi umkalfatring – varð dagført til nútíðarinnar krøv. "Blue Watch" húsar 804 ferðafólkum og manningin telur 330. Tað er 205,47 metrar langt og 25,20 metrar breitt. Bruttotonnasjan er 28.613 grt og vanliga ferðin á skipinum er 18,5 fjórðingar um tíman.

Í fjør – 2012 – bleiv "Black Watch" kosið fyri "Best for Entertainment" av crúsarum í Stóra Bretlandi við hesi grundgeving av mongum: "they consistently went the extra mile".

Runavíkar havn hevur í eina tíð virkað dúgliga í hesum segmentinum. Virkisráðgeving í Saltangará hevur verið okkum til hjálpar, og eftir nógv samskifti við útgerðarfeløg um allan heim og fleiri vitjanir á ráðstevnum í USA og í Europu, fegnast vit almikið um, at úrslit umsíður koma burturúr hesum arbeiði. Tað finnast ongar stutttíðarloysnir í cruise-málum, bindandi sáttmálar verða gjørdir fleiri ár fram í tíð, tí krevst strategi og tolni fyri at røkka málum á hesum økinum.