HEIM
03.09.2014

Bjóða Skálafjørðin fram til altjóða oljuvinnuna

Føroysk veitingarvinna var í miðdeplinum, tá umleið 12 føroyskar fyritøkur og kommunur luttóku á ONS oljumessuni í Stavanger herfyri.

Og nú ein av heimsins størstu boripallum, West Hercules, verður umvældur á Skálafjørðinum og har gevur arbeiði til hundraðtals føroyingar, varð serstakt ljós varpað á hesa stórhending á føroyska landabásinum.

Mong av teimum vitjandi steðgaðu á fyri at síggja stóru plakatina av boripallinum inni á Skálafjørðinum og fingu prát við borgarstjóran í Runavík, Magnus Rasmussen ella onnur á básinum.

Hann var ein av trimum borgarstjórum, sum var við til aljóða oljumessuna í Stavanger. Umframt borgarstjóran vóru eisini formaðurin í navnanevndini, havnarmeistarin og stjórin í oljuhavnini við á messuni.

Sjálvur hevur hann verið við til tær mongu seinastu messurnar í Aberdeen og Stavanger fyri at marknaðarføra Føroyar og serstakliga Skálafjørðin, og tað nýggja hesaferð var so, at oljupallur liggur á Skálafjørðinum um somu tíð, sum oljumessan varð hildin.

"Hetta hevur verið eitt einastandandi høvi at kunna um Føroyar sum veitingarland. Nógv fólk her vita ikki, hvussu framkomið samfelag Føroyar eru. At vit hava handverkarar, verkfrøðingar og tey fólk, sum nú einaferð tørvur er á í eini oljuvinnu, og at vit fáa gjørt eina slíka stóra umvæling. Og tað undrar ein part av fólkunum vit hitta her."

Magnus Rasmussen ivast ikki í, at eydnast henda uppgávan væl so fara at koma fleiri aðrar líknandi uppgávur í framtíðini.

"Eg havi eisini lagt til merkis, at tað snýr seg mest um at spara tíð. Klára vit hesa fyrstu uppgávuna til UG so hava vit tað í okkara CV og kunnu vísa á, at hetta megna vit. Og tá rokni eg við, at borifeløgini fara at hyggja at Skálafjørðinum eisini, og kunnu tey spara tíð við at koma henda vegin, so koma tey her heldur enn at fara til Norra ella Skotlands."

Hann hevur eisini fatan av, at føroyska kostnaðarstøðið er lægri enn tað norska. Og tað telur eisini. Tað sær rættiliga spennandi út og hevur tí verið áhugavert og øðrvísi enn undanfarnu árini borgarstjórin hevur verið á messu.

Magnus Rasmussen viðgongur, at tað var óheppið, at vit ikki raktu við olju heldur hesaferð. Men hann er vísur í, at hon er har, so tað krevur bara at bora nakað meira.

"Vit vita frá øðrum leitiøkjum, at tað verða boraðir nógvir brunnar, áðrenn rakt verður við. Tað fer at bragda fyrr ella seinni. Og tað at boripallurin kemur inn á ein føroyska fjørð fer at seta fokus á Føroyar framhaldandi.

Skálafjørðurin rætta staðið

-Nú eru fýra kommunur við, sum vilja bjóða seg fram til altjóða oljuvinnuna. Er pláss fyri øllum?

"Tað dugi eg ikki at siga, men eg haldi, at Føroyar eru so smáar, at tað má í hvussu er vera eitt pláss í landinum, sum átekur sær uppgávuna at vera oljuhavn. At alt oljuvirksemið verður á einum stað. Vit bjóða okkum fram, og aðrar kommunur gera tað eisini. So má tað vera upp til oljufeløgini, hvønn tey vilja brúka.

-Suðringar vísa á, at teirra havnir liggja tættari uppat eitt nú oljuleiðunum hinumegin markið!

"Tað er rætt. Men Føroyar eru allar ein útjaðari. Skálafjørðurin liggur mitt í landinum. Vit hoyra frá teimum, sum eru her, at tey eru sera væl nøgd við logistikkin. Tað tekur ein tíma at koyra til Havnar ella á flogvøllin. Og í nærumhvørvinum eru alskyns fyritøkur. So í míni verð er alt, sum talan fyri, at oljuhavnin eigur at vera á Skálafjørðinum, og at man eigur at satsa uppá eitt pláss í landinum til hesa uppgávuna.

Men tað verða onnur sum taka avgerð um tað. Vit bjóða okkum so fram, og eg haldi vit hava góð kort á hondini, og tað versner ikki tá tunnilin er komin heldur. Um aðrar kommunur og havnir í landinum bjóða seg fram við teirra tænastum, og hetta kann gagna Føroyum og vinnulívinum her á landi sum heild, so er tað bara gott.

-Tórshavnar Havn fer undir eina risastóta útbygging. Følir tú ikki, at hon skjótt kann blíva ein kappingarneyti hjá tykkum?

"Høvuðsstaðurin hevur nógv at siga eisini fyri tænastuvirksemið, har eru allar skrivstovurnar og tær mongu tænasturnar, sum ein høvuðsstaður eigur og kann bjóða fram eisini til oljuídnaðin.

Men eg trúgvi ikki veruliga uppá Havnina sum eina oljuhavn. Ferðamannaskip koma og nógvur innflutningur er har, so eg haldi, at oljuvirksemið, sum hevur við skip og oljupallar at gera hoyrir náttúrliga heima á Skálafjørðinum."

Magnus Rasmussen heldur tað vera sera heppið, at ONS oljumessan er um sama mundið, sum ein oljupallur fyri fyrstu ferð nakantíð verður umvældur í Føroyum, tvs. á Skálafjørðinum í meira enn ein mánað.

Borgarstjórin fer heimafturkomin at fylgja væl við gongdini á fjørðinum og læra av hesum so týðandi royndunum.

"Tá umvælingin er liðug fara allir partar at seta seg saman og vita, hvat kann gerast øðrvisi og betri. Vit fara so sjálvandi eisini at hyggja eftir umstøðunum, dýpinum ol. Her verður helst neyðugt við íløgum til at dýpa part av havnini til 20 metrar.

Vit læra alla tíðina og síggja, hvat man skal arbeiða fram ímóti, um hetta verður ein veruleiki í framtíðini eisini, og hvat man tá fær tørv á."

Borgarstjórin sigur at enda, at tað er at fegnast um, at eitt oljufelag sum Statoil í sínum leitiarbeiði í Føroyum hevur tikið so nógv hædd fyri føroyskum fyritøkum og teirra tænastum. Eisini rósar hann PAM Offshore Service og hinum føroysku og útlendsku fyritøkunum fyri at hava gjørt tað møguligt at taka ein av heimsins pallrisum inn á Skálafjørðin.

Kelda: Oljan.fo

EksternLeinkja1: http://oljan.fo/m-28509-bjoda+skalafjordin+fram+til+altjoda+oljuvinnuna.savn#.VAl8-mB0x9A