HEIM
15.12.2010

Birita Debess gull í NJM 13. desember 2010

15 ára gamla Birita Debes úr Rituvík, sum svimur fyri FLOT, er fyrsta føroyska kvinnan nakrantíð, sum hevur vunnið gull í junior-norðurlandameistarakapping í svimjing.

Birita vann leygardagin kappingina í 100 metur rygg. Tíðin var 1.01.04. Birita setti samstundis nýtt føroyskt met. Hon skavaði góð tvey sekund av metinum, sum hon sjálv átti framanundan.

Enn eitt bragd av ungu gentuni úr Rituvík, sum svimur fyri FLOT á Toftum.

Vit ynskja Biritu hjartaliga tillukku við bragdinum. Móttøka verður fyri Biritu í dag 15/12 kl. 17 í skúlanum á Toftum.