HEIM
03.04.2013

Bingjuboð á Bókasavninum við Løkin

Hósdagin tann 4. apríl klokkan 14.00 letur Bókasavnið við Løkin eina sermerkta framsýning upp. Fimm stórar listprýddar bingjur standa á økinum frammanfyri bókasavnið. Hvør bingja er eitt verk í sjálvum sær, og tey vitjandi kunnu fara inn í verkini.

Í samband við 25 ára hátíðarhaldið hjá NAPA – Nordisk Institut í Grønlandi – í 2012, skuldu ung listafólk úr Grønlandi, Álandi, Íslandi, Finnlandi og Føroyum fylla hvør sína bingju at umboða sína list og sítt land. Ole Wich, listamaður hevur verið føroyska ábyrgdarfólkið og hevur hjálp føroysku ungdómunum í teirra arbeiði. At júst bingjur blivu karmur um ungdómsverkætlanina er tí, at NAPA metir flutning og mentan vera lívsneyðug í útnorðri og í hesi verkætlan vera hugtøkini samantvinnað.

Hesar fimm bingjurnar hava seinasta hálva árið verið ferðandi framsýning í Norðurlondum. Tær hava verið í Nuuk, Helsinki og Álandi. Tær halda eftir vitjanina í Føroyum fram til Reykjavíkar og síðani aftur til Grønlands. Undan Páskum hava byngjurnar staðið í Havn. Í góðum samstarvi og við vælvild frá Norðurlandahúsinum í Føroyum fáa vit nú høvið at uppliva Bingjuboð á Bókasavninum við Løkin.

Eitt tiltak verður fyriskipa í sambandi við almennu ferniseringina, tá bingjurnar lata upp. Magnus Rasmussen, borgarstjóri letur framsýningina upp. Haraftrat verður tónleikur/ljóð og drekkamuður frá bókasavninum.

Bæði vaksin og børn eru vælkomin. Og atgongd er ókeypis, sum vanligt er á bókasavninum.

Bingjurnar eru opnar soleiðis:
gerandisdagar klokkan 10 – 18
leygardagin 6. apríl klokkan 14 – 18
sunnudagin 7. apríl klokkan 14 – 18
Seinasti dagur at síggja bingjurnar er hósdagin 11. apríl klokkan 18.

Myndir av bingjunum og frá arbeiðinum við at seta bingjurnar upp kunnu síggjast á nýggju heimasíðuni hjá bókasavninum www.lokin.fo

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo