HEIM
27.05.2017

Bíðar tú?

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt, tá bygdagaurin í Rituvík varð settur.

Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Soleiðis var støðan á jarðarinnar morgni, eftir at Guð hevði skapt undirstøðukervið hjá øllum livandi skapningum, sum hann eisini skapti úr egnari mynd. Ì Skapanarsøguni lesa vit um ta systematisku guðdómligu processina, har allir neyðugir lutir verða settir inn í hitt stóra putlispælið, sum skuldi gerast okkara lagna. Og sagt verður: ”Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini.” Eftir øllum at døma var hesin mæti arkitekturin nøgdur sætta dagin, áðrenn halgan skuldi stunda til, tí hann var sannførdur um at alt var so sára gott.

Hetta er makro-myndin, tann yvirskipaða, sum bara heimsins máttmesta megi megnaði at gera nakað við, men boðini eru greið, tað ber eisini til hjá menniskjanum at skapa eina mikro-mynd í makro-myndini. Har sum jørðin var oyðin kundi skapningurin sjálvur gera mun og uppfylla jørðina og leggja hana undir seg. Tey sum frá fyrstani hava fingið gott eyga á Rituvíkini hava helst havt hetta í tonkunum. Tey bíðaðu ikki eftir at dreymarnir skuldu vinna soleiðis av sær sjálvum.

Yrkjarin Rói Patursson fær frægari enn nakar sett orð á óneyðuga ivan:

Bíðar tú eftir, at sólin skal skína,
at líðirnar grønkast,
og alt verður gott?
Bíðar tú eftir at dagarnir blíðkast,
at knútarnir loysna,
at kærleikin kemur í nátt?
Tú eigur eina víða verð
at liva í
Tað finst onki stað á jørð
at bíða í.

Tað var ikki hvørsmansføri at sleppa framat jørðini í Føroyum í nítjandu øld. Kongsins festarar og embætismenn sótu tungir á ognum og valdi. Longu í 1835 søkja tríggir lambamenn og tveir glyvramenn um rættin at seta seg niður í Rituvík. Óla Christian Joensen, Poul Jensen, Jacob Jensen, Niels Joensen og Justinus Jensen. Húskallar allir, sum høvdu tænt á gørðunum í mong Harrans ár. Christian Benadiktus Garde próstur á Nesi man hava sitið væl um sátt við bøndurnar á Heygsgørðunum Inni á Toftum og Úti á Nesi, í samskiftinum við landfútan og amtið sæst, at hann var lítið, fyri ikki at siga onki, hugaður fyri at lata almúguna sleppa framat jørðini, har sum neytini hjá kongsbøndunum lógu um summarið og seyðurin tíðum fekk sær ein skáa niðari í haganum. Úrslitið gjørdist, at tríggir av hesum settust niður í niðursetubygdunum Saltnesi, Saltangará og á Hvítanesi.

Í 1851 verður onnur royndin gjørd. Brøðurnir Poul og Dánjal Niclasen úr Sumba og Hans Pauli Hansen úr Bønhúsmørk í Lamba høvdu ætlanir um at búseta seg í Rituvík. Teirra umsókn varð heldur ikki gingin á møti.

Nú bíðaðu góð 20 ár eftir triðju royndini at búseta seg í Rituvík. Politisku umstøðurnar broyttust, táið Føroya løgting verður endurreist í 1852. Tríggir eysturoyartingmenn frá tí tíðini eru Dánjal Petur Christiansen, bóndi, Niels Winther, exam. jur. og Peter Jacob Sivertsen, skipari, frá Gjógv. Tíðin hevði arbeitt fyri búseting í Rituvík og hóast brimpláss, so var plássið sera gott til uppdyrking, tí lendið var slætt og væl vallað. Har var veðurgott og góður sólargangur og nógv var torvið og gott var tað eisini.

Dánjal bóndi bíðaði ikki - og lat sær ikki siga. Hann hevur helst gingið undan fyri at loysa knútin, sum umsíðir gjørdi Rituvíkina til eina bygd – eina niðursetubygd. Tær eru fleiri um okkara leiðir. Runavík, Saltnes, Rituvík og Æðuvík eru niðursetubygdir av Toftum og Nesi og Saltangará er niðursetubygd av Glyvrum. Fýra av niðursetumonnunum vóru synir Dánjals: Per, Dánjal Petur, Johan Kristian og Hans Pauli. Vanliga verður roknað við átta niðursetuhjúnum í bygdini, og umframt hesar fýra omanfyrinevndu vóru menninir í húsunum Søren Lamhauge, Ole Joensen, Magnus Olsen og Joen Jacob Petersen.

Leinkjan hjá núsitandi borgarstjóra í Runavíkar kommunu er fest í fimtu búsetingina. Hana hjá Magnusi Olsen og konu hansara Sára Malena Huusgaard, sum var fødd í Syðrugøtu í 1851 og búsettist í Rituvík í 1879. Hon var dóttir Líggjas bónda niðri við Hús, systir Per bónda, sum var pápi at hinum kenda Líggjasi bónda, og systir langommu mína Petru. Soleiðis vóru abbi mín í Gøtu Jóan Elias Gregersen og kendi skiparin Magnus í Rituvík (sonur Magnus og Sáru) systkinabørn, og mamma mín, Arnbjørg, trímenningur við m.a. tey 12 børnini hjá Elsebeth og Magnusi, sum nú eru heimsgitin fyri seiggi, aldur og samanhald. Og soleiðis eri eg sjálvur slektaður við ein stóran part av Rituvíkini.

Tað er ikki hissini áræði hesi fólkini hava havt, táið tey valdu at uppfylla jørðina og leggja hana undir seg. Hetta man hava kenst sum at fara út í oyðimørkina, og at fyrsta niðursetingin hendir júst jólaaftan, myrkasta tíð á árinum, gevur accosiatiónir aftur til Skapanarsøguna, tá jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum. Trygdin lá eisini í hesum, at Guðs andi lá á vøtnunum. Per og Nicolina eru tey fyrstu. Tey verða vígd av V. U. Hammershaimb prósti í Nes kirkju hin 4. august 1873 og sama árð – á jólum – velja hesi ungu hjúnini at skipa sítt egna lív í óbygdum á brimplássi. Bara eitt kolossalt seiggi, ein øgilig styrki, ein óvanligur lívsvilji og ein berandi guðsótti kunnu hava hjálpt hesum sjáldsomu fólkum at fóta sær í útryðjuni frá øllum. Ímóti øllum odds – sum tikið verður til á okkara døgum – fóru tey undir at skapa eitt heilt nýtt samfelag við haka, spaka og ongli og teini. Hetta man vera tað sum vit rópa fyri at byrja frá scratch.

Hóast eg nevndi hetta, táið minnissteinur varð reistur skyldmanninum Antoni hjá Jógvani og Súsonnu, fari eg at taka tað uppaftur, tí hetta lýsir ta fystu tíðina í Rituvíkar bygd betri enn nakað annað. Hetta er tíðin áðrenn pizza-flakarnir og amerikanska djunkføðin hertóku landið og Viderø prestur fær orðið eina løtu:

“Tá ið Dánjal Petur og Símun, bróðir hans, vóru smádreingir, fekk Per sær lítlan bát og reri út frá Rytuvík. Í miðjum bakkanum var breið rók. Av henni gjørdi hann stiga niður á helluna. Eftir honum dró hann bátin upp á rókina, har hann stóð og tók á togið, sum var bundið í barðholið á bátinum. Í fyrstuni hjálpti Nikolina honum til tess at halda bátinum á rættkjøli. Seinri tá ið Dánjal Petur og Símun vóru svá frægir, hjálptu teir honum. Men Símun sigur seg minnast, at hann var svá lítil, at hann meir hekk uppi í bátinum, enn at hann hjálpti til at halda honum á rættkjøli, meðan gamli stóð og dró uppi á rókini, sum báturin síðan varð drigin eftir upp á slætt.

Tað var skjótt, at gamli havdi dreingirnar við sær til útróðrar. Um summarið fór hann alt út á Larvasar grynnu, langt út úr Nólsoynni. Hann lagdi dreingirnar niður í afturskutin at sova, meðan hann reri einsamallur - -

Eitt sinn havdi hann rakt við fisk og dró, meðan Dánjal Petur og Símun lógu báðir og svóvu har afturi. Báturin tyngdist á tann skutin, og gamli gloymdi at oysa. Dreingirnir, sum lógu og svóvu undir seglinum, vaknaðu við kaldan dreym, vátir inn at skinni.

Tá ið teir kundu at halda á ár og skuldu andøva, gav hann teim turran seið at eta, tí at tá turvdu teir ikki at sleppa árunum. Svá vurðu teir vandir á havinum, alt frá tí teir kundu at ganga. Ei undur í, at Símun eitt sinn sagdi seg kenna, tá ið fiskur var fimm alnir frá húkinum. Tá mælti Dánjal Petur: “Eg kenni, tá ið hann er sjey alnir frá húkinum.”

Hetta ættarliðið av føroyingum bíðaði ikki eftir nøkrum, tey livdu á markinum fyri to be or not to be, í stóran mun snúði tað seg um at yvirliva. Alternativið kundi verið tað sama sum hjá hópinum av fólki í grannatjóðunum Íslandi, Noregi og Svítjóð, sum leitaðu sær burtur í onnur lond, serstakliga til amerikanska meginlandið, sum tá var vónin um eitt frægari lív. Møguleikin fyri niðursetu, í óbygdum, eitt nú í Rituvík, legði ein kink í feudalin, og gjørdist ventilurin sum forðaði fyri, at føroyingar í rúgvum fluttu av landinum at finna sær føði og eitt sámuligt lív.

Teir bíðaðu ikki eftir spurningunum frá Róa Patursson:

Bíðar tú eftir, at ístíðin linkar,
at tey gomlu yngjast,
og at børn koma til?
Bíðar tú eftir, at dreymarnir vinna,
at fløkjurnar greiðast,
tá ið tú veitst tað, ið tú vil?

Nú er ein onnur tíð. Rituvíkin mennist í hvørjum – stendur í vøkstri. Bakkin er líka høgur og brimið leikar í sum tað altíð hevur gjørt, men lagaligari er at koma til og frá bygdini, nú tað tekur einar 4-5 minuttir at aka á hjólum heim í Heiðarnar. Seinasta tøka kommunala grundøkið varð selt ígjár, og farið verður nú undir at stykkja út av nýggjum. Vatntrupulleikin er loystur, og tí eru atstøður til, at Rituvíkin, hóast sín egin, skjótt gerst ein samrunnin partur av býarskapinum inni við hin kyrra Skálafjørð.

Rituvíkin er niðursetubygd av Toftum. Táið tað fyri meiri enn hálvari øld síðani varð atkvøtt um at taka hina gomlu Nes Sóknar kommunu sundur í tveir lutir, tóku 10,2% av rituvíkingum undir við hesum, ímeðan 87,5% atkvøddu ímóti. Hetta varð av landsstýrinum tulkað soleiðis, at Rituvíkin ikki ynskti at flyta seg í eina nýstovnaða kommunu – sum seinri gjørdist Nes kommuna. Tað skal ikki liggjast omaná, at borgarstjórin er fegin um tað valið, so dygg hendan bygdin, og fólkið sum her býr, hevur verið Runavíkar kommunu á so mongum og ymiskum mótum m.a. í fótbóltinum, har tríggir meginskjúttar eru fostraðir upp á teigum, í túnum og í skúlagarðinum við Stórá. Ein er nú býráðslimur, annar hevur verið oddviti í NSÍ og skyldmaðurin og generalurin Klæmint hjá Andrassi gongur á odda í øllum lutum á vallum kring landið, og er vorðin ein marra hjá føroyskum verjuleikarum á leiðini fram í sjálvan oddin í hesum leiki. Ein primus inter pares av rang.

Vit, inn eftir síðu, hava ofta hildið, at rituvíkingar eru heldur bringubrattari enn aðrir føroyskir bygdarmenn. Hetta kann vera ein leivd frá nýbyggjaratíðini. Tað er so sanniliga ikki hvør sum helst, ið brýtur upp úr nýggjum. Min góði vinur Pauli Ellefsen, sáli, hálvur miðvingur og hálvur rituvíkingur fann sær altíð løgir til at vitja skyldmenninar í Rituvík - bæði sum barn, ungdómur og vaksin. Hann helt skemtandi fyri í Útvarpinum, at tað var stórur munur á monnum í hesum báðum bygdunum. Miðvingar fóru í mesta lagi til Havnar einaferð um árið, at seta nøkur oyru inn í Sparikassan, annars goymdu teir seg aftanfyri hvørt húsarhorn, nærkaðust teir fólki. Øðrvísi var við rituvíkingum. Teir vóru tíðum í Havn. Í fínasta pussi løgdu teir leiðina suður við mjólkarbátinum, og komnir uppá bryggjuna í Vágsbotni leigaðu teir sær hýruvogn, fyri at flyta seg sjálvar, alla tað stuttu leiðina niðan til barberarnar, sum tá hildu til í kjallarahæddini á Sjómansheiminum. Tað rak stórleiki av teimum. Skógvarnir vóru ikki smáir. Hetta vóru heimsborgarar komnir í ørindum til høvuðsborgina.

Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tykkum og okkum og ókomnum ættarliðum eina bjarta framtíð og ikki minst ein góðan Rituvíksdag.