HEIM
29.03.2014

Beta Files tiltakið mánadagin

Nú mánadagin 31. mars kl. 14 verður tiltak í Løkshøll, ísv. at kommunan yvirtekur skjalasavnið hjá Beta-bátunum. Á skránni verður:

-Vælkoma: Ragnar S. Olsen, form. fyri grunnin, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri
-Olaf Olsen, stjóri í Beta Files, greiðir frá skjalasavninum
-Umboð fyri Runavíkar Kommunu og Beta Files skriva undir yvirtøkuskjal
-Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, hugleiðir um, hvussu savnið kann nýtast
-Petur Steingrund, fiskifrøðingur, hugleiðir um, hvussu savnið kann nýtast
-Svend Højgaard, bókavørður við Løkin
-Ólavur Samuelsen, skipari, hugleiðir um tíðina við Beta-bátunum

Sjálvt savnið fevnir um 3.000 ringbind av skjølum viðv. øllum tættum av virksemi hjá reiðaríinum Beta í eitt 30-ára tíðarskeið, sum nú øll eru skannaði inn.

Sambært granskarum er savnið einastandandi og kann nýtast innan nógvar ymiskar vísindagreinir.