HEIM
29.10.2012

Beinir við sum gestasangari í stórum tónleikatiltaki í Hjørring

Hósdagin 25. oktober varð skipað fyri stóra tiltakinum Spil Dansk Dagen, har umleið 1200 tónleikatiltøk vóru hildin sama dag í øllum Danmark.

Í hesum sambandi luttók 12 ára gamli Beinir Troest Rasmussen sum forsangari hjá einum skúlakóri úr Hjørring, har 400 børn vóru við.

Hjørring kommuna og Runavíkar kommuna eru vinarkommunur og er samstarvið við Beinir úrslit av eini felags verkætlan millum Runavíkar skúla og Bagterskolen í Hjørring.