HEIM
11.05.2015

BEINIR og RANI úr Spania á Frigg

Leygardagin fara Beinir og Rani, sum fyri tíðina búgva í Alicante í Spania saman við familjuni, at spæla á Frigg. 14 ára gamli Beinir skrivaði føroyska tónleikasøgu, tá hann í 2013 gav út solofløgu við egnum løgum, har Sápubløðran gjørdist stóra hittið. 

Síðan Beinir sum 9 ára gamal í 2009 hevði sína fyrstu framførslu, hevur Rani, sum tá var 6 ár, spælt trummur og verið kórsangari. Áðrenn soloútgávuna hjá Beinir, vóru teir báðir limir í Kulum Rótum, sum seinnu árini hevur givið út eina rúgvu av kendum løgum. Beinir og Rani spæla eisini í Óvita Blues Band, sum síðan 2010 hava spælt blues-løg hjá kendum útlendskum nøvnum.&nbnbsp;

Beinir roynir nú tónleikaeydnuna í Spania. Sápubløðran er umsett til spanskt og eitt nýtt videolag er lagt á Youtube. Á sponskum eitur Sápubløðran Burbuja de jabón. Upprunavideolagið, sum varð upptikið í Tróndargøtu í Havn fyri tveimum árum síðani, liggur eisini á Youtube. 

Í Spania fær Beinir frálæru í sangi og gittarspæli, og Rani fær trummuundirvísing. Beinir hevur eisini skrivað fleiri nýggj løg, og ætlanir eru at geva út nýtt tilfar nakað skjótt. Teir báðir spæla javnan til ymisk tiltøk, og fólk taka væl ímóti føroysku løgunum eins og sponsku Sápubløðruni. 

Beinir hevur eisini verið við í øðrum verkætlanum. Í fjør sang hann sang 4 løg á eini danskari útgávu, sum tónleikalærararnir, eldsálirnar og hjúnini á Bagterpskúlanum í Hjørring, Leif og Christine Lund Jacobsen, góvu út. Fløgan varð útgivin av forlagnum hjá donskum tónleikalærarum og var m.a. send øllum donskum fólkaskúlum sum undirvísingartilfar. Eitt av løgunum á fløguni varð av Koda kosið ársins danski barnasangur í 2012. Í oktobur í fjør var Beinir í Hjørring, tá tvær stórar útgávukonsertir vóru fyriskipaðar. Í sambandi við ta vitjanina, spældi Beinir og hansara bólkur eina konsert í Svensku Sjómanskirkjuni í Hirtshals, sum fyri nøkrum árum síðan var yvirtikin av kommununi og gjørd til mentanarhús.

Á jólum vóru Beinir, Rani og familjan á vitjan í Føroyum. Beint fyri jól høvdu teir konsert í Spaniastovu í Klaksvík saman við Rakul Ró í Kulum Rótum og Mariu á Lakjuni. Konsertin eydnaðist so mikið væl, at hildið varð fram í Havn eftir nýggjár. Tríggjar útseldar konsertir vóru á Reinsarínum, áðrenn leiðin gekk aftur til Spania.

”Vit gleða okkum ordiliga nógv til at spæla á Frigg. Umframt mínar egnu sangir verður eisini okkurt Kula Røtur-lag á skránni,” sigur Beinir, sum lovar at taka nógv gott veður við úr Spania.