HEIM
06.10.2014

BEINIR gjørt spanskt sjónbandalag

Beinir syngur nú Burbuja de Jabón!
Í juni í fjør gav Beinir út sína fyrstu solofløgu, sum hann nevndi Kom við. Á fløguni eru 10 sangir, sum Beinir sjálvur hevur skrivað orð og løg til.

Fløgan varð væl móttikin, og løgini eru javnan at hoyra á føroysku útvarpsrásunum. Mest spælda lagið, Sápubløðran, liggur á Youtube sum sjónbandalag og er sera væl vitjað. Sjónbandaupptøkurnar vóru gjørdar í Tróndargøtu í Havn.

Eftir at fløgan kom út hevði Beinir nógvar framførslur – bæði útgávukonsertir við studiotónleikarunum og einsamallur við kassagittara. Hann spældi m.a. á Voxbotni, G! Festivalinum, Summarfestivalinum, í Løkshøll, í Norðurlandahúsinum og til nógv smærri tiltøk.

Beinir í Spania
Síðan 1. februar hevur Beinir búð í Alicante í Spania saman við familjuni. Og eftir eitt hálvt ár í sponskum skúla og eina langa summarferiu dugir Beinir væl spanskt.

Tónleikurin er sjálvandi fluttur við til Spania, og Beinir hevur saman við bróðrinum Rana havt nakrar tónleikaframførslur í Alicante. Beinir hevur eisini smíðað okkurt nýtt lag, men størsta uppgávan í summar hevur verið at umsett Sápubløðruna til spanskt, og tikið upp nýtt sjónbandalag í sponskum summarveðrið. Arbeiðið er nú liðugt og seinasta fríggjadag varð Burbuja de jabón løgd á Youtube.

Spanska sápubløðran skal eisini brúkast til at finna út av, um áhugi er fyri tónleikinum hjá Beinir í Spania. Spennandi verður at síggja, hvussu langt sápubløðurnar hjá Beinir fara at flúgva í heitu sponsku heystarluftini.

Nýggja sjónbandalagið um Burbuja de jabón sæst á leinkjuni niðanfyri.

EksternLeinkja1: http://www.youtube.com/watch?v=h_Fgt2pxSIY