HEIM
15.08.2013

Beinir fylti Sláturhúsið á Egilsstøðum

Beinir spældi mikukvøldið á mentanarhátíðini Ormsteitið á Egilsstøðum, sum er vinarbýur hjá Runavíkar kommunu. Framførslan var í Sláturhúsinum, sum fyri fáum árum síðan varð brúkt til slátur av neytum og seyði, men sum nú er kreativur middepil fyri ung listarfólk.

Seinnu árini hava Runavíkar kommuna og Egilsstaðir samstarvað um at senda listafólk millum býirnar, tá mentanarvikur eru. Hesaferð beyð Egilsstaðir Runavíkar kommunu at senda listafólk til Ormsteitið. 13 ára gamli Beinir, sum í juni mánað gav út fløguna Kom við, har hann sjálvur hevur skrivað orð og løg til allar 10 sangirnar, fekk í ár møguleikan at vitja á Egilsstøðum.

Umboð fyri Runavíkar kommunu hava áður vitjað Sláturhúsið og vóru hugtikin av konseptinum, sum fær ung fólk úr øllum heiminum at vitja Egilsstaðir. Tey ungu úr útlondum búgva í Sláturhúsinum og hjálpa síðan til við ymsum arbeiðsuppgávum í sambandi við Ormsteitið og onnur tiltøk.

Mikukvøldið 14. august kl. 20.30 stóð Beinir á skránni at hava konsert í Sláturhúsinum. Fyrrapartin luttók Beinir – umvegis útvarpsstovuna á Egilsstøðum - í morgunsendingini hjá íslendska Ríkisútvarpinum. Hetta hevur helst gjørt sítt til at eini 120 fólk vóru møtt til konsertina. Konsertin byrjaði við at ein lokalur bluestónleikari spældi nøkur løg. Síðan spældi Beinir – saman við 10-ára gamla bróðrinum Rana á trummum – nøkur bluesløg, áðrenn hann spældi løgini av nýggju fløguni.

Íslendingar tóku væl ímóti føroyska tónleikinum og fløguni hjá Beinir. Huglagið í Sláturhúsinum var sera gott. Fyri gestirnar úr Runavík var hetta ein serlig uppliving við óførum blíðskapi í íslendska vinarbýnum Egilsstaðir.