HEIM
24.04.2017

Bátatreffið í Søldarfirði fríggjakvøldið 5. mai

Bátatreffið í Søldarfirði verður í ár fríggjakvøldið 5. mai. Aftur í ár verður tað í samband við bátafestivalin á Toftum, sum er 6. mai.

Ætlanin er at fáa tað líka gott sum undanfarin ár, við smávegis forbetringum.
Ætlanin er, at kostnaðurin verður tann sami sum undanfarin ár, kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Tá er alt íroknað - matur, drekka, el og vatn til bátar og campingvognar og undirhald.

Vit tendra grillirnar kl. 19.
Harmoniku spælararnir Bjartur Skipanes, Sverri Justinusen, Símin Joensen og Hans Pauli Larsen seta aftur í ár sín dám á og vit syngja við.
Kl. 20 heldur Sámal Petur Í Grund røðu.
Aftaná er felagssangur.
Kl. 21.30 spælir Marius & Co.

Tá undirhaldið er liðugt, kunnu fólk hugna sær við práti ella fara upp á gólv til bandaðan tónleik.
Vit siga góða nátt kl. 1.

Morgunmatur verður kl. 9 næsta morgun. Kl. 11.30 verður farið inn á Skálafjørðin og síðan verður kósin sett út á Toftir.